hálvan tíma at fáa lív í hann aftur. Sostatt fekk heilin einki súrevni í 50 minuttir, og tann 43 ára gamli prinsurin er ongantíð raknaður viðaftur. Læknarnir siga, at tað er heldur ikki vist, at hann nakrantíð [...] heilaskaddur eftir at hava ligið undir einum skalvalopi í Eysturríki, varð í dag fluttur av sjúkrahúsinum í Innsbruck til eina endurvenjingarstøð í London. Eysturríkska løgreglan sigur, at eitt sjúkraflogfar
hava gjørt av at loyva starvsfólki hjá Reyða Krossi og Reyða Hálvmánanum at fara inn í Baba Amr-býarpartin í býnum Homs í dag. Sýriski stjórnarherurin tók seg inn í Baba Amr í gjár, eftir at uppreistrarmenninir [...] bardaganum búðu umleið 100.000 fólk í Baba Amr, men vælvitandi keldur siga, at nú eru bara 4.000 fólk í býarpartinum, og at nógv teirra eru særd. Harafturat liggur økið í streymloysi, og har er stórt trot
í Toulouse, og hóast myndugleikarnir fleiri ferðir royndu at fáa hann at geva seg yvir, vildi hann ikki. Franska ákæruvaldið er sannført um, at tað var Mohammed Merah, sum myrdi tríggjar hermenn, ein lærara [...] fjølmiðlar skriva nú, at tann 23 ára gamli Toulouse-maðurin er funnin deyður inni í íbúð síni. Hann doyði í skotbardaga við hermenninar, verður sagt. Tíðindastovan AFP skrivar, at servandir hermenn tóku
Løgreglan sigur, at byrsumaðurin skjeyt eftir børnum og vaksnum, sum royndu at sleppa til rýmingar. Fjølmiðlarnir skriva, at foreldur og onnur avvarandi eru savnað uttan fyri skúlan, og at løgreglan hevur [...] hevur avbyrgt økið. Byrsumaðurin er ikki funnin, at løgreglan hevur sett fleiri tyrlur inn í leitingina. -Hesin sorgarleikurin hevur ikki einans rakt tað jødiska samfelagið í Toulouse. Børnini í skúlanum eru
um, at landið hevur fingið semju við teir privatu bankarnar um at niðurskriva landsins skuld við 743 milliardum krónum, komu altjóða fíggjarheiminum við. -Avtalan um skuldina ruddar slóð fyri, at Grikkaland [...] Grikkaland kann fáa hjálparpakkan við 130 milliardum evrum, og at landið sostatt sleppur undan húsagangi, sigur Anders Matzen, greinari hjá Nordea-bankanum, við danska kringvarpið. Jyske Bank er tann danski [...] longu avskrivað 299 milliónir krónur. Semjan millum Grikkaland og teir privatu bankarnar ber í sær, at tann almenna grikska skuldin verður niðurskrivað við 743 milliardum krónum.
avhoyrast aftur. Ákæruvaldið vildi ikki lata mannin leysan av ótta fyr, at hann fer at ávirka kanningarnar, og at hann finnur uppá at gera líknandi misbrot aftur. [...] játtaði seg sekan í trimum av royndunum, eini noktaði hann seg sekan í, og í einum føri játtaði hann seg at hava gjørt seg inn á gentuna, men ikki kynsliga. Varðhaldsfongslingin varð longd, tí okkurt skal kannast
fólkaatkvøðu at taka støðu til fíggjarsemjuna, sum evrulondini samdust um herfyri, og sum millum annað skal tryggja støðugari fíggjarviðurskifti í evruøkinum og í ES sum heild. Stjórnin í Dublin royndi at sleppa [...] sleppa undan at leggja málið fyri fólkið, men hon hevur verið undir stórum trýsti frá andstøðuni, sum hevur kravt fólkaatkvøðu, tí at tær nýggju reglurnar skulu setast inn í landsins grundlóg. Írland er tað [...] nýggju reglurnar. Í Danmark verður eingin fólkaatkvøða, tí sambært løgmálaráðnum er tað ikki neyðugt at seta tær nýggju reglurnar inn í grundlógina.
seðilin, stakk maðurin seðilin í lumman. Hann hevði ikki illgruna um, at seðilin var falskur. Politiið sigur, at tað er lætt at síggja, at seðilin er falskur, tí glinsutu merkini eru ikki á seðlinum. Meira [...] keypt fyri í einum handli. Funnið varð fram til mannin, sum hevði keypt fyri seðilin, og maðurin segði, at pengaseðilin lá og rakst á gólvinum á arbeiðsplássi hansara. Tá ið eingin av starvsfeløgunum segði
Líkt er til, at fiskiskapurin hjá ísfiskatrolarunum er batnaður munandi, nú várið nærkast. Í longri tíð hava teir, sum eiga og fiska við hesum skipum, latið illa at. Í seinastuni hava ábendingar kortini [...] kortini verið um, at veiðan hjá partrolarunum er batnað. Fiskamarknaður Føroya, sum hvønn fríggjadag ger metingar um vikuna, sum stundar til, hevur eisini í sínum seinastu metingum víst á, at veiðan hjá pa [...] landað heili 440.000 pund til Kósavirkið í Klaksvík. Skipini hava roynt eystanfyri, og hetta má sigast at vera ein rættiliga góður túrur hjá skipi og manning.
n nýtti hann høvi til at mana allar gitingar um heilsu hansara í jørðina. Tað hevur ljóða, at heilsan er farin at bila. Eitt nú hevur Wikileaks sagt frá diplomatiskum keldum, at Mugabe hevur krabbamein [...] Mugabe, sum er elsti ríkisleiðarin í afrikanska heimspartinum. Samstundis vissaði hann tíðindafólk um, at val verður í Zimbabwe í hesum árinum.