Líkt er til, at fiskiskapurin hjá ísfiskatrolarunum er batnaður munandi, nú várið nærkast. Í longri tíð hava teir, sum eiga og fiska við hesum skipum, latið illa at.
Í seinastuni hava ábendingar kortini verið um, at veiðan hjá partrolarunum er batnað. Fiskamarknaður Føroya, sum hvønn fríggjadag ger metingar um vikuna, sum stundar til, hevur eisini í sínum seinastu metingum víst á, at veiðan hjá partrolarunum er batnað.
Í dag hava Vestmenningur og Fram landað heili 440.000 pund til Kósavirkið í Klaksvík. Skipini hava roynt eystanfyri, og hetta má sigast at vera ein rættiliga góður túrur hjá skipi og manning.