Í gjár fekk politiið í Havn ein falskan 500 krónu seðil, sum ein maður hevði keypt fyri í einum handli.
Funnið varð fram til mannin, sum hevði keypt fyri seðilin, og maðurin segði, at pengaseðilin lá og rakst á gólvinum á arbeiðsplássi hansara. Tá ið eingin av starvsfeløgunum segði seg hava mist 500 krónu seðilin, stakk maðurin seðilin í lumman.
Hann hevði ikki illgruna um, at seðilin var falskur.
Politiið sigur, at tað er lætt at síggja, at seðilin er falskur, tí glinsutu merkini eru ikki á seðlinum.
Meira veit politiið ikki um seðilin, ei heldur um fleiri falskir pengaseðlar eru í umfari.










