Boðini frá griksku stjórnini í morgun um, at landið hevur fingið semju við teir privatu bankarnar um at niðurskriva landsins skuld við 743 milliardum krónum, komu altjóða fíggjarheiminum við.
-Avtalan um skuldina ruddar slóð fyri, at Grikkaland kann fáa hjálparpakkan við 130 milliardum evrum, og at landið sostatt sleppur undan húsagangi, sigur Anders Matzen, greinari hjá Nordea-bankanum, við danska kringvarpið.
Jyske Bank er tann danski bankin, sum eigur mest til góðar í Grikkalandi, og bankin hevur longu avskrivað 299 milliónir krónur.
Semjan millum Grikkaland og teir privatu bankarnar ber í sær, at tann almenna grikska skuldin verður niðurskrivað við 743 milliardum krónum.