Mugabe frískur sum fiskurin

Tann umstríddi forsetin í Zimbabwe, Robert Mugabe, fyllir 89 ár í dag, og føðingardagin nýtti hann høvi til at mana allar gitingar um heilsu hansara í jørðina.

Tað hevur ljóða, at heilsan er farin at bila. Eitt nú hevur Wikileaks sagt frá diplomatiskum keldum, at Mugabe hevur krabbamein og hevur bara heilt fá ár eftir. Men tað avsannaði hann í dag.

-Tann dagur kemur, tá eg blívi sjúkur, men enn havi tað sum fiskurin, segði Mugabe, sum er elsti ríkisleiðarin í afrikanska heimspartinum.

Samstundis vissaði hann tíðindafólk um, at val verður í Zimbabwe í hesum árinum.