Skjótingin uttan fyri ein jødiskan privatskúla í franska býnum Toulouse í morgun kostaði fýra fólkum lívið. Løgreglan sigur, at byrsumaðurin skjeyt eftir børnum og vaksnum, sum royndu at sleppa til rýmingar.
Fjølmiðlarnir skriva, at foreldur og onnur avvarandi eru savnað uttan fyri skúlan, og at løgreglan hevur avbyrgt økið. Byrsumaðurin er ikki funnin, at løgreglan hevur sett fleiri tyrlur inn í leitingina.
-Hesin sorgarleikurin hevur ikki einans rakt tað jødiska samfelagið í Toulouse. Børnini í skúlanum eru úr øllum landinum, og øll eru skelkað, segði yvirrabbinarin í Fraklandi, Gilles Bernheim, stutt áðrenn hann fór úr París til Toulouse fyrrapartin.