sentralan leiklut, tá FCK vann í Parkini á Brøndby. Jákup Mikkelsen hevði ikki nógv at gera, men fyri hann og Herfølge var tað týdningarmikið, at teir vunnu á AGF. Óli Johannesen hevur verið tolin í AGF [...] Allan Simonsen var á staðnum, og hann hevur sjálvur sæð, hvussu Jens Martin er fyri. Í gjárkvøldið var ætlanin, at Allan Simonsen skuldi hyggja at, tá Uni Arge og ÍA skuldu spæla á Laugardalsvøllinum. [...] snúgva seg um fyrsta dystin í HM undankappingini. Hann verður sunnudagin klokkan 15. Tað verður spælt á Svangaskarði. Allan Simonsen, sum í vikuskiftinum var í Íslandi og fylgdi føroysku spælarunum, hevur
Føroyar og Danmark, har tað var sera nær við, at »lítlibeiggi« á »stórabeiggja«. Dysturin endaði við javnleiki 2-2. Á 2. borði vann Heini Olsen á Carsten Høi, sum stutt frammanundan hevði vunnið danmarksm [...] sum tá var Hans Petersen, Jóan P. Midjord, Thorstein Vilhelm og Olaf Durhuus (Jákup Thomsen og Henry Olsen vóru eisini á liðnum, men telvaðu ikki hetta umfarið) kastaðir fyri leyvurnar so at siga beinanvegin [...] úrslitið kom helst í seinasta dystinum móti Egyptalandi. Hann endaði 2-2 ? føroyingar vunnu á 1. og 2. borði, men taptu á 3. og 4. borði. Annars varð henda olympiadan merkt av ringu støðuni, sum var í Armenia
uppgávu leygardagin, og sigurin á KÍF lyfti teir upp á 9 stig. Tað eru bert tvey færri enn oddaliðini H71 og Kyndil, og um Neistin ger sum væntað í annaðkvøld og vinnur á Tjaldrinum, ja so eru teir javnir [...] nøkur afturat. Eitt nú í seinna hálvleiki, tá hann tvær ferðir á rað rann einsamallur frá miðjuni í kontraálopi, men báðu ferðirnar sendi bóltin á tvørstongina. Høvdu hesir báðir bóltarnir sitið eitt sindur [...] Neistin kom upp á 11-9, var munurin størri enn tað eina málið. Hálvleiksstøðan var 12-10. Byrjanin av seinna hálvleiki var í roynd og veru tað, sum avgjørdi dystin. Tá kom Neistin upp á 16-11. Hóast KÍF
eru einastu av systkinaflokkinum, sum enn eru á lívi. Sjáldan dagur, tú ikki sært Astrid á fótum. Hon fer til handils og hon fer í kirkju. Hon hevur gott skil á øllum og einki skal liggja ógjørt. Hugaligt [...] ára gamal andaðist hann 10. mars 1942 á Bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum. Astrid sat nú eftir við dreingjunum, 6 og 8 ára gamlir - og í nýggjum sethúsum. Tá Hjalmar lá á Sanatoriinum, segði hann, at hann væntaði [...] vusku til, vóru evnagóðir og ágrýtnir, og Astrid situr í somu húsum í Brekkugøtu. Á 90 ára degnum stukku mong vinfólk inn á gólvið hjá Astrid, umframt næstrafólkið. Hon fekk eisini vitjan av systurdóttur
sjálvandi skuldi leggjast á verjupartin og skipanina av hesum. Men hóast hesar útsagnirnar, so var tað eitt óvæntað framfýsið B36, sum fór á vøllin í SAS-Arenuni í Herning. Gaman í var talan ikki um hø [...] og haldi tað vera synd fyri okkum, at vit skulu tapa handan dystin upp á tveir deyðbóltar. Men tað er so ein av mununum. Niður á jørðina Hóast føroyska Europa-Cup søgan eftir hondini telur fleiri sera [...] tapt ein dyst, so vit eru ikki farnir á flog. Tankarnir eru nú vendir móti Skála, har vit skulu spæla sunnudagin. Onkur helt fyri, at nú skal bara ein 1-0 sigur til á Tórsvølli, áðrenn tit koma enn eitt
var tú sera nógv um hana, nú hon var blivin veikari, og passaði hana á ein fyrimyndarligan hátt, var altíð um hana á degi sum á nátt. Á páskum vóru vit øll heima, og tað dámdi mammu so væl, at øll familjan [...] heima og passaði okkum børn og pápa á ein kærleiksfullan hátt. Mamma var rólig og stillfør, hevði ikki nógv orð um alt, var altíð har tá vit høvdu tørv á henni nær á degnum tað var. Í heim okkara komu nógv [...] høgt elskaðu mammu, sum vit elskaðu yvir alt á jørð og sum so brádliga bleiv tikin heim til Harran alt ov tíðliga, tí vit hildu, at vit høvdu stóran tørv á henni, og hon fylti so nógv í lívi okkara. Mamma
Tey bæði hittust á háskúlanum, har hon gekk í forskúla til sjúkrasystraútbúgvingina, og hann gekk á háskúla at fyrireika seg at fara á skiparaskúla. Jonelisa og Kristian Martin bygdu á Selheyggi, og har [...] bygdur í Kili, kom á vánna í 1998. Hetta var fyrsti nýbygningurin á vánni í tíggju ár. Nú verður nýggj Norðborg bygd í Kili. Ein ógvuliga stóran part av lívinum hevur Kristian Martin verið á sjónum. Nú hann [...] bestimaður. Í 1971 keyptu Palli, Kristian Martin og Jákup Ziskason, svágur Kristian Martin, Borðoyarnes. Teir nevndu partafelagið Boreas. Borðoyarnes royndi á Flemmish Cap, og Kristian Martin var bestimaður
komnir til, meðan vit hava mist Pacek, Sonna L. Petersen og Jákup Martin Joensen. Men bulurin á liðnum er tann sami. Í tí, sum verður mett sum bulurin á liðnum, hevur EB/Stremur fleiri frálíkar ungar spælarar [...] uppgerðum á rað, og tær báðar seinastu ferðirnar er sigursmálið skotið móti dystarenda. Hesa ferð var tað Ronnie Samuelsen, sum í evstu løtu langaði bóltin í kassan, tá hann var seinasti maður á hornasparki [...] eftir fáum minuttum legði teir á odda, og tó at EB/Streymur trýsti, so stóð greitt, at talan fór at gerast um trupla uppgávu. Eisini hóast Hans Pauli Samuelsen javnaði á hálva tímanum. Uppliving Sigurin
fingið enn eitt álopsvápn í Ásu á Neystabø. Hóast unga aldur sín tykist hon longu nú vera ávegis at gerast ein av grundstuðlunum á liðnum. Hóast vit enn ikki hava rokkið endan á grundspælinum, so var spæl hennara [...] og fremst eigur at vera av sálarligum slag. Manningin á liðnum er á pappírinum bæði sterk og breið, og tí er tað merkisvert, at liðið heldur til á næst niðasta sessinum, nú grundspælið er um at vera runnið [...] viðføra, at Kyndil nú av álvara tevjaði sigurin, tí júst sum tær komu upp á javnt, fall korthúsið hjá teimum grønu saman. Við átta málum á rað innan tíggju fór bláa liðið strúkandi avstað, og so var tann dysturin
skuldi royna at venda skeivu gongdini. Mjølnir hevur tapt tríggjar dystir á rað, seinast í steypafinaluni, og tí var neyðugt at vinna á Fram, skuldi vón vera um nakað gull í ár. Ótrygg byrjan Bæði liðini høvdu [...] stórt trýst á við hørðum servum, og tað varð aftur roynt í hesum dystinum, men illa gekst. Servurnar endaðu alla aðrastaðni enn hjá Mjølni, men sum frá leið gekst betur. Mjølnir kom ikki rættiliga á lagið fyrr [...] megnaði at halda góða spælinum uppi. »Tað er okkurt galið í høvdinum á okkum nú einaferð«, segði Trygvi Poulsen eftir dystin. »Vit missa takið á okkum sjálvum, og so er bara ein vegur«. Tað sama var galdandi