Gongur væl hjá Fram

Fjórða dystin á rað taptu klaksvíkingar, og meðan teir nú líkjast einum liði í kreppu, er Fram nú at síggja næst ovast á stigatalvuni

 

Fram ? Mjølnir 3 ? 2 (25-20, 15-25, 25-21, 25-27, 15-8)


Flogbóltur, meistaradeild menn


Mjølnir skuldi royna at venda skeivu gongdini. Mjølnir hevur tapt tríggjar dystir á rað, seinast í steypafinaluni, og tí var neyðugt at vinna á Fram, skuldi vón vera um nakað gull í ár.


Ótrygg byrjan

Bæði liðini høvdu sostatt avgjørt nakað at spæla fyri. Hjá Fram hevur kappingarárið verið upp og niður. Úrslitini hava ikki verið so góð, sum vónað varð fyrst í kappingarárinum, men seinastu dystirnir hava víst, at Fram er væl fyri júst nú. Tað ikki tað góða spælið, ið sermerkti dystin í byrjanini. Bæði liðini gjørdu nógvar servuvillur, og tað darvaði spælinum. Fram hevði ímóti Fleyr lagt stórt trýst á við hørðum servum, og tað varð aftur roynt í hesum dystinum, men illa gekst. Servurnar endaðu alla aðrastaðni enn hjá Mjølni, men sum frá leið gekst betur.

Mjølnir kom ikki rættiliga á lagið fyrr enn í 2. setti. Timburmenninir frá steypafinaluni høvdu hug at spøkja, og leikararnir vóru ikki so tryggir, ikki so avgjørdir, sum teir plaga. Fram kundi tí taka fyrsta settið rættiliga lættliga, men longu í 2. setti var Mjølnir-maskinan tendrað. Við góðum móttøkum, og skjótum álopum frá Trygva Poulsen á miðjuni, bankaði Mjølnir Fram hetta settið.


Skiftandi yvirvág

Fram fótaði sær aftur í 3. setti. Kanska ikki so nógv tí teir spældu seg inn aftur í dystin, men heldur tí at Mjølnir ikki megnaði at halda góða spælinum uppi. »Tað er okkurt galið í høvdinum á okkum nú einaferð«, segði Trygvi Poulsen eftir dystin. »Vit missa takið á okkum sjálvum, og so er bara ein vegur«. Tað sama var galdandi í steypafinaluni, men ímóti Fram gekst tó betur.

3. settið var javnt, men Fram hevði munin. Undan dystinum var Jákup Sørensen í Fram skaddur, og tað var millum annað tí, at móttøkan hjá Fram ikki riggaði. Tíbetur fyri Fram var Jens Heri Mortensen afturkomin av skipi, og hann kom beint inn aftur á liðið. Hann stóð seg væl í álopinum, men móttøkurnar manglaðu nakað. Mjølnir servaði eisini allar servurnar á hann, tí hin móttøkuspælarin hjá Fram, Rúni Weihe, tekur sera væl ímóti. Hesin taktikkurin hjá Mjølni eydnaðist væl, men tað var ikki nóg mikið til at vinna settið.

Fram var nú á odda 2-1, men dysturin var framvegis púra opin. Hesi liðini eru ógvuliga jøvn, og í 4. setti var ongantíð nakar serligur munur. Fram vann seg fram til dystarpólt, tá ið støðan var 25-24, men Mjølnir vísti gamlar dygdir, og vann settið 27-25, og enn ein 5-settari skuldi avgera hvør fór at vinna.


Mjølnir tapir

Fram byrjaði betur enn Mjølnir í 5. setti. Tá ið liðini skiftu síðu, var støðan 8-5, og tí var einki avgjørt enn. Men nú misti Mjølnir alt á gólvið. Liðformaðurin hjá Mjølni, Bogi Isaksen kjakaðist so mikið nógv við dómaran, um ein bólt, at endin var, at hann fekk gult kort. Tá gjørdist støðan 9-5 til Mjølnir, sum tók time-out. Tað hjálpti nakað, men Borko Ilic, sum ikki rættiliga fær spælið at ganga júst nú, sló tvey tey næstu smashini út, og so var eingin vegur aftur hjá Mjølni. Fram kom tí lættliga til sigurin. Ikki so nógv við egnari hjálp. Heldur tí at Mjølnir misti alt á gólvið til seinast.

Hetta úrslitið hevur við sær, at ÍF nú hevur allar møguleikar at vinna greipuna. Mjølnir skal vinna dystin ímóti ÍF í Klaksvík, men tað er ikki nóg mikið. Fram ella Fleyr mugu hjálpa Mjølni, og vinna ímóti ÍF. Men fyrst og fremst mugu teir í Mjølni venda tapunum til sigur. Hjá Fram er gullvónin framvegis til staðar, men so skal alt ganga sera væl, og ÍF tapa tað, sum eftir er, og tað verður neyvan.