Fótbóltsfepur kring Eiði og Streymin

Enn einaferð gjørdu teir tað. Í seinastu minuttunum av dystinum móti GÍ vissaði oddaliðið, EB/Streymur, sær enn trý stig

Fótbóltur

Í fjør var tað ein stórur bági fyri EB/Streym, at alt ov nógv stig vórðu mist á heimavølli. Fleiri ferðir javnaði mótstøðan eisini í seinastu løtu, og tað var mangan herskin biti at svølgja hjá áskoðarunum.
Í ár er er støðan fullkomuliga viðvend í so máta. Higartil hevur felagsliðið fingið trý stig úr fýra uppgerðum á rað, og tær báðar seinastu ferðirnar er sigursmálið skotið móti dystarenda. Hesa ferð var tað Ronnie Samuelsen, sum í evstu løtu langaði bóltin í kassan, tá hann var seinasti maður á hornasparki.
GÍ hevði annars fingið betri byrjanina, tá Hanus Jacobsen eftir fáum minuttum legði teir á odda, og tó at EB/Streymur trýsti, so stóð greitt, at talan fór at gerast um trupla uppgávu. Eisini hóast Hans Pauli Samuelsen javnaði á hálva tímanum.

Uppliving
Sigurin ber við sær, at EB/Streymur framvegis er einsamalt oddalið, og tað skerst ikki burtur, at talan nú er um fótbóltfepur kring økið, sum felagsliðið fevnir um.
 Tað kanst tú ætla, at fólk eru íðin. Hetta er jú ein púrasta óvanlig støða fyri okkum, og nú er bara fótbóltsprát á skránni millum manna.
Soleiðis sigur Egil á Bø, sum eisini var partur av liðnum, sum í 1993 fyri fyrstu ferð flutti upp í bestu deildina. Síðani hevur hann eisini roynt seg aðrastaðni, og eitt nú hevur hann verið meistari við B36. Men tað skerst ikki burtur, at verandi støðan stendur sum ein av fremstu fótbóltsupplivingum hansara.
 Nú er kappingarárið sjálvandi ungt, so fyribils taka vit bara hetta sum eina stóra uppliving. Og so er bara at vóna, at hendan stendur við sum longst.
 Samstundis vita vit, at fleiri av dystunum, sum vit higartil hava spælt, eru av slagnum, sum tú helst skal vinna, um tú skalt gera tær nakra vón í oddinum. Tá verður talan helst um truplari uppgávur, nú NSÍ, Skála og B36 standa fyri framman.

Unglingarnir búnaðir
Um frágreiðinga til verandi støðuna heldur Egil annars, at tað sum so ikki er nakað loyndarmál.
 Vit hava at kalla sama hóp, sum vit høvdu í fjør. Rafael Kwiecinski og John Heri Dam eru komnir til, meðan vit hava mist Pacek, Sonna L. Petersen og Jákup Martin Joensen. Men bulurin á liðnum er tann sami.
Í tí, sum verður mett sum bulurin á liðnum, hevur EB/Stremur fleiri frálíkar ungar spælarar, og Egil dylur ikki fyri, at hesir nú av álvara eru búnaðir.
 Menn sum Bárður, Hans Pauli, Gert og Marni eru traðkaðir alt meira til. Og nú vita teir kanska við sær sjálvum, hvat teir eru verdir fyri liðið. Hartil eru eisini fleiri aðrir ungir mans, sum eru ávegis, so eg haldi, at hópurin í ár er breiðari og sterkari, enn hann nakran tíð hevur verið.
Og hvør er so tín leiklutur í hesum. Ert tú eitt slag av stuðli hjá hesum ungu?
 Als ikki. Teir megna væl at lyfta sína uppgávu sjálvir. Eg noyðist bara at stríðast, so frægt sum eg kann, og so vóna, at eg klári at hanga í, ljóðar staðfestingin.

Taka einki fyri givið
Eitt er, hvat talvan sigur. Ein annar ævigur sannleiki er - sum Søren Lerby segði - at tú ongan tíð ert betri enn seinasti dysturin vísti. Og Egil tykist eisini ásanna, at enn er nógv og hart arbeiði fyri framman hjá liðnum. Eisini hóast teir hitta eitt av botnliðunum, tá teir komandi umfarið fara til Runavíkar.
 Í løtuni eru teir botnlið, men tað var so ikki tað, sum vit høvdu roknað við undan kappingini. Og vit taka so avgjørt ikki lætt upp á uppgávuna heldur. Vit vita, at NSÍ hevur eitt sera sterkt lið, og vit hava eisini tvær ferðir tapt móti teimum í venjingardystum. So tað skal arbeiðast sera hart.
Og so kundi kanska verið skoytt uppí, at tað vanliga er kalt á toppinum. EB/Streymur má í øllum førum brynja seg við, at teir neyvan fáa alt ov nógva hjálp frá hinum liðunum. Men tí hava teir so heldur ikki havt nakran tørv á higartil.