sessur hjá Tjóðveldinum staðið tómur seinastu 46 tingfundirnar. Tað merkir, at í miðal hevur tingbólkurin hjá Tjóðveldinum ongantíð verið fullmannaður. Hetta gevur eina miðalfráveru upp á 13 prosent. Næstur [...] á listanum er Javnaðarflokkurin. Tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum hevur tilsamans verið burtur í 27 tingfundir, tað gevur eina fráveru upp á 9,8 prosent. Miðflokkurin hevur eina miðal fráveru upp á 8 [...] standa umboðini hjá Sambandsflokkinum fyri. Tey sjey sambandsfólkini hava »einans« verið burtur 24 ferðir tilsamans, og tað gevur eitt fráveruprosent upp á 7,5.
førum verið venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Stjørnuni. Samanlagt hevur hann verið venjari hjá teimum í trý ár. Hann hevur eisini verið venjari hjá kvinnuliðinum hjá Neistanum og Kyndil. Umframt tað, so [...] so hevur Svein Rógvi verið venjari hjá kvinnuliðinum hjá Fredericia og Odense HF og unglingakvinnunum hjá Viborg. - Uppgávan tað fyrsta árið verður at fáa so nógv fólk at koma at venja sum gjørligt, og [...] - Tað er ein spennandi avbjóðing, tí eg, umframt at standa á odda fyri besta kvinnuliðnum, skal standa á odda fyri øllum ungdómsdeildinum eisini, sigur Svein Rógvi í stuttari viðmerking til portalin. Svein
sigur, at tað gekk stak væl at halda skil á teimum mongu fólkunum, sum høvdu leitað sær norður á Summar Festival um vikuskiftið.Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tað neyvan fyrr hava verið so nógv [...] og um øll nýttu sítt atgongumerki, so hava eini 7.000 fólk verið á Summarfestivali. Útvarpið segði um vikuskiftið, at eini 8.000 fólk høvdu verið á Summar Festivali. Tískil hevði løgreglan í Klaksvík eina [...] enn vanligt at røkja. Men vakthavandi sigur, at tað var stak friðarligt. Fólk skikkaðu sær væl, og ongin harðskapur var at hóma. Talan hevur bert verið um full fólk, sum komu inn at sova. Eini trý av slagnum
Hondbóltur Tað hevur leingi verið greitt, at venjarin hjá bestu kyndislkvinnunum komandi árið verður Rógvi Nielsen, sum annars hevur verið hjá Stjørnuni seinnu árini. Nú er so greitt, at eisini unnustan [...] hennara hava altíð verið framúr, men í vaksnu røðunum hevur hon sjáldan gjørt tað stóra við hondbóltin. Hinvegin hevur Kyndil eisini havt frágongd. Jórun Ludvík, sum seinastu árini hevur verið liðskipari á liðnum [...] unnustan hjá Rógva, Annika Ljósstein, fer at spæla við Kyndli hetta kappingarárið. Tað hevur annars ljóðað, at Neistin eisini hevur ligið framvið eftir leikaranum, eins og íslendska ÍBV, sum Annika segði nei
vegamóti (á veg til og úr Hoyvíkar skúla) hava mangan verið umrødd í Hvítanesnevndini og teknisku nevnd hjá býráðnum. Fleiri fundir hava eisini verið við Landsverkfrøðingin um málið, og semja er um, hvussu [...] og eini gongubreyt niðan til Vegin Langa. Afturvendandi trupulleikin hevur tó altíð verið, at peningur ikki hevur verið tøkur til endamálið. Býráðið heitti fyrr í ár á landsstýrið og løgtingið um at hava [...] í huga í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina fyri næsta ár, og tað gleðiliga er altso hent, at áheitanin nú er tikin til eftirtektar. Tað siga vit tykkum enn eina ferð tøkk fyri!
Hvussu verður tað við Børga Petersen. Tað hevur síðani seint í summar verið ein av spurningunum, sum tað bæði í KÍ og aðra staðni hevur verið fregnast um. Søgur hava viljað verið við, at onnur feløg hava [...] hava verið áhugað í miðverjanum á U21 landsliðnum. Í dag er spurningurin svaraður. KÍ boðar frá, at Børge Petersen og KÍ hava undirskrivað nýggjan sáttmála, sum ber við sær, at Børge eisini tvey tey næstu
fyri at siga tað, sum tað er, so er talan blivin um ov nógv misálit og ov nógvar keðiligheitir av ymsum slag. - Og ikki minst hevur tað verið keðiligt, at eingin savnandi megi hevur verið í øllum hesum [...] at vit mugu øll standa saman um tað. Sjálvandi kann tosast bæði fyri og ímóti, men tað var og er mín fatan, at vit mugu hava tveir leikvøllir í landinum, og tað var tað, sum gjørdi, at vit fóru við í ætlanina [...] , men tað fari eg so ikki at taka dagar ímillum. Á aðalfundinum eru tað hvørki eg ella nevndin - men feløgini, sum hava orðið, og tað verða tey, sum gera av, hvør formaðurin verður. - Men tá tað er sagt
teirra, og mugu bara ásanna, at vit sjálvi hava verið akkurát líka lítil, sárbar og nakin á okkara ferð til tey føddu. Tí einaferð var tað eg og einaferð var tað tú. Rebekka Fuglø Poulsen Føroya Pro Vita [...] 1959 viðurkennir, at Ófødda barnið, eins væl og tað fødda barnið, eigur at fáa løgfrøðiliga vernd, og orðar seg soleiðis í innganginum: "barnið, av tí at tað er kropsliga og sálarliga óbúgvið, hevur tørv [...] Tað eina uppskotið vildi tryggja øllum Óføddum børnum rættin til lív, meðan hitt uppskotið vildi tryggja kvinnum rættin til at kunna velja barnið frá. Spurningurin um nær lívið byrjar og nær man er eitt
umleið eina fráboðan um vikuna, sigur Gvøðbjørg West. Tað merkir, at hvørja viku hevur tað verið eitt fólk, sum hevur vent sær til Kris, tí tað hevur verið fyri kynsligum ágangi. Men í ár hevur hetta rættiliga [...] fráboðanir um kynsligan ágang, sigur hon. Tað merkir, at higartil í ár eru tað 50 fólk, sum hava vent sær okkum fyrstu ferð við umbøn um hjálp tí at tey hava verið fyri kynslgum ágangi. Hon heldur, at vøksturin [...] tosa lív og vón og tey eru talandi dømi um, at tað ber til at fáa hjálp og eitt nógv betri lív, hóast ein hevur verið fyri kynsligum ágangi. - Eg haldi, at tað eggjar nógvum til at bróta tøgnina, sigur Gvøðbjørt
leggur tó dent á, at tað ikki verður fyri ein og hvønn prís, at hann vil verða verandi í felagnum. - Til summar havi eg verið í felagnum í átta ár, og tað er eingin loyna, at eg havi verið glaður um hesa tíðina [...] framtíð sum venjari. Kundi tað verið nakað, sum tú eisini hugsar um nú? - Slettis ikki. Tað at verða venjari, er nakað, sum eg haldi liggur longur frammi í tíðini. Her og nú er tað bara sum leikari, at eg [...] - Tað sigur seg sjálvt. Nú havi eg verið skaddur so leingi, og eri akkurát við at koma ígongd aftur, so eg hevði so einki havt ímóti, at vit hildu á nakrar mánaðir afturat, men tað má so vera tað. Tann