Børge heldur fram í KÍ

U21 landsliðsspælarin verður í Klaksvík í minsta lagi í tvey ár aftrat

Mynd KÍ

Hvussu verður tað við Børga Petersen. Tað hevur síðani seint í summar verið ein av spurningunum, sum tað bæði í KÍ og aðra staðni hevur verið fregnast um.

 

Søgur hava viljað verið við, at onnur feløg hava verið áhugað í miðverjanum á U21 landsliðnum.

 

Í dag er spurningurin svaraður. KÍ boðar frá, at Børge Petersen og KÍ hava undirskrivað nýggjan sáttmála, sum ber við sær, at Børge eisini tvey tey næstu árini fer at umboða barndómsfelagið.

 

Sambært faroesoccer.com hevur 21 ára gamli Børge Petersen spælt 49 dystir í bestu deildini, fýra í kappingini um løgmanssteypið, ein stórsteypadyst og níggju dystir í europeisku kappingunum. Á U21 landsliðnum hevur Børge umboðað føðilandið í 12 dystum.

 

Meðan kappingarárið er lokið hjá øllum hinum í føroyskum fótbólti, so eiga Børge Petersen og liðfelagarnir í KÍ tveir dystir á. Teir eru í Europa Conference League. Tann fyrri verður hósdagin í næstu viku á Tórsvølli ímóti Slovan Bratislava, og tann seinni verður hósdagin 14. desember á útivølli ímóti franska Lille.

 

Mynd KÍ