Ein semja skuldi verið funnin

Eitt stríðsval kann gera tað ógvuliga tungt at arbeiða frameftir. Tað heldur Torleif Sigurðsson, sum heldur hevði sæð eina semju í føroyska fótbóltsheiminum. Eina semju, har alt kjak um Havnina kontra bygdunum, Tórsvøll kontra Svangaskarð og leiklutin hjá aðalskrivaranum varð lagt á hillina

FSF-fundurin
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo

Flestum kunnugt, so verður aðalfundurin hjá FSF væntandi endaliga avgreiddur um vikuskiftið. Tvær reisur er seinasti parturin av fundinum útsettur, tí stríð hevur verið um formansvalið, men leygardagin verður eftir øllum at døma greitt, hvørt tað verður Christian Andreasen ella Óli Holm, sum skulu røkja formanssessi komandi tvey árini.

Vend komin í
Ein av teimum, sum uttan iva fer at fylgja væl við, hvussu valið tørnar út, er Torleif Sigurðsson, sum tó neyvan verður við á sjálvum fundinum hesaferð.

- Eg var á fyrsta aðalfundinum í ár, men eg rokni so ikki við, at eg havi møguleika at vera við hesaferð.

- Men eg dugi í øllum førum at síggja, at vend er komin í. Vit broyttu á sinni reglurnar fyri nevndarvalinum, soleiðis at uppskot til valið skuldu vera inni nakrar dagar undan fundinum. Hetta varð gjørt, tí vit hildu tað vera óheppið, at valevni komu skramblandi inn í seinastu løtu, og tí at vit heldur vildu geva feløgunum nakrar dagar til at tyggja upp á hetta, sigur Torleif, og leggur afturatt, at tað so ikki hevði nakað við egnu støðu hansara at gera.

- Tað hugsaði eg als ikki um. Gaman í var ongan tíð nakað mótvalevni til mín sess, men um so var, so hevði tað ikki verið nakar trupulleiki fyri meg persónliga.

- Í dag er støðan knappliga koppað á høvdið. Valevni eru stillað upp, og hava síðani trekt seg aftur, og yvirhøvur virkar hetta skilið, sum nú hevur verið, eitt sindur tragiskt upp á meg.
Og við hesum sipar fyrrverandi ikki minst til tað stríðið, sum hevur verið um formansvalið. Eitt stríð, sum Torleif eisini áður hevur víst á sum verandi sera óheppið fyri felgagsskapin.

- Tað tykist í løtuni, sum eru feløgini í ferð við at koyra á tveimum vengrum, og tað í sjálvum sær er óluksáliga óheppið. Tað er ein stórur trupulleiki, um spjaðing soleiðis skal koma í, tí FSF er í dag ein stórur felagsskapur, sum hevur framt ótrúliga nógv og stór avrik. Tí er tað stórt spell, um tað verður soleiðis, at spillan skal koma innanífrá. Nakað sum skjótt kann henda í slíkum førum. Fólk vilja kanska leita eftir vinnarum eftir valið, men í veruleikanum verða vit øll taparar, um føroyskur fótbóltur við hesum skal fara í tvíningar.

FSF vil hava Tórsvøll

Nakað, sum hevur verið nevnt fleiri ferðir í valstríðnum ? tó ikki av kandidatunum sjálvum ? er, at talan partvíst eisini skal vera um eitt slag av maktstríðið millum Tórsvøll og Svangaskarð, men hesum søgunum tykist Torleif Sigurðsson hava ilt við at taka í álvara.

- Sjálvandi skulu vit hava tveir atljóða fótbóltsvallir í Føroyum. Minst.

- Í mínari tíð í FSF var eg tvær ferðir um reppið at leggja frá mær. Seinna ferðin av hesum var, tá feløgini í fyrstu syftu vrakaðu ætlanina um at bygningin við Tórsvøll.

- Og eg kann eisini leggja afturat, at Tórsvøllur als ikki hevði verið av nøkrum, um FSF ikki var við. Vit fingu greitt at vita frá bæði Landsstýrinum og Tórshavnar Býráð, at um FSF ikki var við í ætlanini, so var hetta av ongum, og vit gjørdu tá av at fara við. Fyrru ætlanina um Tórsvøll var støðan tann sama, men ta ferðina bakkaðu vit út, tí vit kendu okkum koma út, har vit ikki gryntu.

- Seinnu ferðina var eisini um reppið, at vit bakkaðu út, men vit funnu so fram til eina loysn, sum vit hildu okkum kunna arbeiða eftir. At talan so nú hevur verið um eina útvarpssending, sum beinleiðis koyrir upp á leiðsluformin hjá Poul Michelsen, og tað er so ikki mennandi fyri arbeiðið.

- Nú kenni eg sjálvandi søguna aftan fyri alt hetta, men fyri at siga tað, sum tað er, so er talan blivin um ov nógv misálit og ov nógvar keðiligheitir av ymsum slag.

- Og ikki minst hevur tað verið keðiligt, at eingin savnandi megi hevur verið í øllum hesum. Tórsvøllur er eitt somikið stórt átak, at vit mugu øll standa saman um tað. Sjálvandi kann tosast bæði fyri og ímóti, men tað var og er mín fatan, at vit mugu hava tveir leikvøllir í landinum, og tað var tað, sum gjørdi, at vit fóru við í ætlanina, staðfestir ein avgjørdur Torleif Sigurðsson.
Og so leggur hann afturat, at tað er okkurt, sum vendir heilt skeivt í øllum hesum kjakinum.

- At siga at FSF er ímóti Tórsvølli, er púrasta burturvið. Vit hava nýtt 20 milliónir krónur í verkætlanini, og tað eru so ikki smápengar. Eisini hava vit gjørt okkara umsitingarbygning við vøllin, og sjálvt um hann helst hevði verið væl bíligari, um vit gjørdu hann aðrastaðni, so hava vit valt hesa loysnina, tí vit meta, at hetta kann koma øllum føroyskum fótbólti til góðar. Eitt nú er møguleiki fyri bæði gisting og eting á staðnum, tá føroysk feløg fyrireika seg til altjóða uppgávur, og fyri tann saks skuld, so er hetta nakað, sum kann koma øllum føroyskum ítrótti til góða.

- Men hetta tykist bara ikki at vera tað, sum liggur fremst í huganum. Talan er ístaðin vorðin um misteinkiliggering av ymsum slag. Kanska serliga eftir at eg fór frá, sigur hann hálvgum flennandi.

Fái skil á

Um valið sjálvt, sum altso verður leygardagin, sigur Torleif, at í hansara hugaheimi er tað týdningarmesta, at talan verður um eina breiða semju.

- Eg ætli mær so ikki at leggja meg út í nakað stríð. Havi altíð sagt, at teir, sum skuldu hava leiðsluna framyvir, skulu sjálvsagt sleppa at arbeiða, uttan at eg leggi meg út í hetta.

- Nógv eru eisini, sum hava spurt, hvørt eg stuðli Óla ella Christiani, men tað fari eg so ikki at taka dagar ímillum. Á aðalfundinum eru tað hvørki eg ella nevndin - men feløgini, sum hava orðið, og tað verða tey, sum gera av, hvør formaðurin verður.

- Men tá tað er sagt, so má eg siga, at tað kann gerast óluksáliga keðiligt, um talan verður um tepran meiriluta. Verður talan t.d. um eina 11-10 atkvøðugreiðslu, so er tað eitt sera ótrygt grundarlag at arbeiða eftir. Tað er eingin loyna, at eisini nevndin hevur verið spjadd í hesum, og tí haldi eg, at tað vildi verið munandi skilabetri, um fari varð út í felag eftir onkrum heilt øðrum kandidati, heldur enn at seta tveir nevndarlimir upp ímóti hvørjum øðrum. Og eg kundi ynskt mær, at Dánjal (Andreasen, blðm.), hevði verið meira aktivur í at funnið ein felags kandidat, sum semja kundi verið fingin um.

- Ístaðin er talan vorðin um heilt aðrar spurningar, og tað er nakað lort, fyri at siga tað pent.

Óviðkomandi stríðsspurningar

Og so eru eisini tveir aðrir spurningar, sum hava verið drignir fram.
Annar er, at talan skal vera um eitt stríð, har Havnin og bygdirnar berjast um valdið, og tað haldi eg vera vandamikið. Sjálvur sigur Torleif um hetta, at hann ofta hevur flent at hesum tosinum, og hann sigur seg ikki hava merkt nakað til hetta.

- Tað einasta, sum eg fekk at vita í so máta, var, at eg gjørdi alt ov lítið fyri KÍ. Tað havi eg so valt at taka sum eitt herðaklapp fyri, at eg havi arbeitt fyri landið. Í so máta hevur tað verið ein fyrimunur hjá mær, at eg ongantíð havi spælt fótbólt sjálvur, og havi heldur ikki so mikið sum verið limur í KÍ.
Triði spurningurin, sum ofta hevur frammi, er leikluturin hjá aðalskrivaranum, og eisini hesum tykist Torleif bert hava hug at flenna at.

- Aðalskrivarin hjá Fótbóltssambandinum er at meta við stjóran í eini fyritøku. Sjálvandi eru tað nevndirnar, sum standa við ábyrgdini, men tær skulu ikki leggja seg út í umsitingarlig viðurskifti. Nevndin hevur ábyrgd av at seta leistin fyri framtíðar arbeiðinum. At stjórna hesum er so ein aðalskrivari settur, og hann hevur so umsitingarligu viðurskiftini um hendi. Nevndarlimirnir í eini fyritøku fara jú ikki at leggja seg út í umsitingarligu viðurskiftini, og tað skulu teir í FSF heldur ikki gera, sigur Torleif, áðrenn hann at enda gevur til kennar, at hann framvegis hevur eina lítla vón um, at ein semja kann finnast.

- Teir hava so ein dag afturat til at gerast samdir, men sum landið liggur, so verður talan so helst um stríðsval, og tað má so verða tað.

Mynd: Óli og Christian
Gloymið stríðsmálini millum feløgini og finnið eitt felags stev ? og allar helst eisini ein felags formann. Tað er høvuðsboðskapurin hjá Torleifi Sigurðsson undan aðalfundinum hjá FSF