Komandi summar gongur verandi sáttmálin hjá Toda Jónsson við FCK út. Vanligt hevur verið í felagnum, at teir helst vilja hava nýggjar sáttmálar upp á pláss í seinasta lagi hálvt ár fyri, at tann gamli sáttmálin gongur út. Nakað sum eisini gav at bíta hjá Toda, tá hann fyri tveimum árum síðani var í líknandi støðu. Ta ferðina varð hann fyri ein stóran part at kalla útihýstur frá besta hópinum, men treiskni, tol og kanska eitt sindur av hepni høvdu tá við sær, at tað kortini hepnaðist væl hjá klaksvíkinginum at standa fast við sítt.
- Tann støaðn er í dag nakað øðrvísi. Vit eru jú fleiri um boðið, og í verandi løtu fái eg sum so ikki sagt nakað nýtt um málið, staðfestir Todi Jonsson í telefonini úr Keypmannahavn.
Hann sigur, at enn hevur talan als ikki verið um nakrar ítøkiligar samráðingar, og at hann tískil als ikki veit, hvussu ein framtíðarstøða hjá sær innan fótbóltin sær út.
Ikki treytaleyst
Soleiðis er einki greitt hesum viðvíkjandi, men Todi leggur tó dent á, at tað ikki verður fyri ein og hvønn prís, at hann vil verða verandi í felagnum.
- Til summar havi eg verið í felagnum í átta ár, og tað er eingin loyna, at eg havi verið glaður um hesa tíðina. Hvussu støðan verður til samráðingar, veldst um so nógv, men sjálvandi hevði eg einki havt ímóti, um eg kann verða verandi í felagnum. Men tað verður sum sagt ikki fyri ein og hvønn prís staðfestir hann.
Men um tann støðan íkemur, at tú ikki longur ert FCK-spælari í summar. Hevur tú tá gjørt tær nakrar tankar um, hvar fótbóltsframtíðin møguliga kundi verið?
- Ikki sum so. Ikki annað enn tað, at eg framvegis haldi meg hava eini tvey góð ár eftir sum fótbóltsleikari. Eg eri 33 ár í dag, og eg kenni tað í øllum førum, sum eg væl kann spæla til eg eri 35.
Sjálvur hevur tú eisini lufta tankanum um eina møguliga framtíð sum venjari. Kundi tað verið nakað, sum tú eisini hugsar um nú?
- Slettis ikki. Tað at verða venjari, er nakað, sum eg haldi liggur longur frammi í tíðini. Her og nú er tað bara sum leikari, at eg síggi meg sjálvan, so tann tankin hevur einki at gera við verandi støðu, staðfestir Todi.
Tvørligur steðgur
Leikararnir í FCK høvdu annars í vikuni seinastu venjingarnar undan vetrarsteðginum. Ein steðgur, sum ivaleyst er kærkomin hjá teimum flestu, men sum hjá júst Toda er komin heldur tvørt fyri.
- Tað sigur seg sjálvt. Nú havi eg verið skaddur so leingi, og eri akkurát við at koma ígongd aftur, so eg hevði so einki havt ímóti, at vit hildu á nakrar mánaðir afturat, men tað má so vera tað. Tann partin fái eg so ikki gjørt nakað við kortini, sigur hann at enda.