Tjóðveldisfólk mest burtur

UPPMØTING Í miðal er fráveruprosentið hjá tingbólkinum hjá Tjóðveldinum 13. Sambandsflokkurin stendur fyri bestu uppmøtingini. Flokkurin hevur eitt miðalfráveruprosent upp á 7,5

Miðalfráveran hjá tingbólkinum hjá Tjóðveldinum er 13 prosent. Tilsamans 48 ferðir hevur ein sessur hjá Tjóðveldinum staðið tómur seinastu 46 tingfundirnar. Tað merkir, at í miðal hevur tingbólkurin hjá Tjóðveldinum ongantíð verið fullmannaður.

Hetta gevur eina miðalfráveru upp á 13 prosent.

Næstur á listanum er Fólkaflokkurin. Miðalfráveran hjá teimum er 12,4%, og hava tey sjey tingfólkini hjá Fólkaflokkinum verið burtur 40 ferðir hesar seianstu 46 tingfundirnar. Her er vert at leggja til merkis, at eisini tvey av varafólkunum hjá Fólkaflokkinum eru komin upp á fráverulistan.

Nummar trý á listanum er Javnaðarflokkurin. Tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum hevur tilsamans verið burtur í 27 tingfundir, tað gevur eina fráveru upp á 9,8 prosent.

Miðflokkurin hevur eina miðal fráveru upp á 8 prosent.

Sjálvstýrisflokkurin hevur eina miðalfráveru upp á 7,6 prosent.

Og bestu uppmøtingini standa umboðini hjá Sambandsflokkinum fyri. Tey sjey sambandsfólkini hava »einans« verið burtur 24 ferðir tilsamans, og tað gevur eitt fráveruprosent upp á 7,5.