Annika til Kyndil

Fyrrverandi liðskiparin hjá Stjørnuni fer í vetur at spæla við Kyndli

 

Hondbóltur


Tað hevur leingi verið greitt, at venjarin hjá bestu kyndislkvinnunum komandi árið verður Rógvi Nielsen, sum annars hevur verið hjá Stjørnuni seinnu árini.

Nú er so greitt, at eisini unnustan hjá Rógva, Annika Ljósstein, fer at spæla við Kyndli hetta kappingarárið.

Tað hevur annars ljóðað, at Neistin eisini hevur ligið framvið eftir leikaranum, eins og íslendska ÍBV, sum Annika segði nei takk til í fjør, framvegis hevur havt áhuga í bakspælaranum.

Umframt tilgongdina av Anniku, hevur Kyndil eisini fingið nakað av styrki aftur úr egnum røðum. Marita Hermansen hevði at kalla burðarfarloyvi í fjør, men hon tykist aftur at gerast greitt fyrsta val í málinum í vetur. Harumframt ljóðar at Mena Joensen av álvara er farin at venja. Hondbóltsevni hennara hava altíð verið framúr, men í vaksnu røðunum hevur hon sjáldan gjørt tað stóra við hondbóltin.

Hinvegin hevur Kyndil eisini havt frágongd. Jórun Ludvík, sum seinastu árini hevur verið liðskipari á liðnum, fer komandi árið at spæla við føroyameistarunum úr VÍF.