Tøkk til Bjarna

Leivur Hansen,

borgarstjóri

 

Tað frøir okkum í býráðnum stórliga at hoyra, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Bjarni Djurholm, hevur sett pening av á fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár til ferðslutrygdartiltøk á landsvegum kring um í landinum, m.a. á Hvítanesvegnum uppi við omankoyringina til bygdina.

Júst ótryggu ferðsluviðurskiftini hjá Hvítanesbørnum á hesum vegamóti (á veg til og úr Hoyvíkar skúla) hava mangan verið umrødd í Hvítanesnevndini og teknisku nevnd hjá býráðnum.

Fleiri fundir hava eisini verið við Landsverkfrøðingin um málið, og semja er um, hvussu trupulleikin skal loysast - nevniliga við eini smogu undir vegnum og eini gongubreyt niðan til Vegin Langa.

Afturvendandi trupulleikin hevur tó altíð verið, at peningur ikki hevur verið tøkur til endamálið.

Býráðið heitti fyrr í ár á landsstýrið og løgtingið um at hava hesi viðurskifti í huga í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina fyri næsta ár, og tað gleðiliga er altso hent, at áheitanin nú er tikin til eftirtektar.

Tað siga vit tykkum enn eina ferð tøkk fyri!