sum kunnu menna miðbýin. Kappingin býtt upp í tveir partar, har annar parturin er um miðbýin sum heild, men hin parturin er um grannalagið rundan um Steinatún. Í hesi løtu situr dómsnevnd og metir um øll [...] nógvum royndum. Fakdómararnir hava verið Gunnar Hoydal, sum í nógv ár var býararkitektur í Tórshavn. Føroyski arkitekturin Turið Mohr var eisini dómari. Og so metir professarin á Københavns Universitet, Ellen [...] Uppskotið vísir í myndum eina røð av hugskotum til, hvussu bøtt kann verða um ymisk støð í býnum. Til dømis er eitt teirra at byggja eitt nýtt hús móti Tórsgøtu á plássinum við býráðshúsið, eitt hús har báðar tær
til verkið í fólki, mentan og nattúru í teimum trimum londunum í útnorði. Talan er um nýhugsan innan kórsang, og hetta er eitt sera áhugavert verk, sum á sín serstaka hátt knýtir eitt mentunarligt band [...] sangarar, 2 kórleiðarir og 4 tónleikarar luttóku á stevnuni. Norðuratlantiska Kórstevnan í Danmark er vorðin eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári, og í ár skipaði Húsakórið í Føroyahúsinum í Keypmannahavn [...] mai, har luttakararnir kundu velja seg inn á antin ein klassiskan ella ein rútmiskan sangbólk. Føroyski tónasmiðurin og kórleiðarin, Sunleif Rasmussen, tók sær av tí klassiska kórsanginum, og svenski
staðið fyri innspælingunum av sangunum. "Watch me I'm Free" er ein væl svingandi rocksangur, og "Song For Her" er ein vøkur ballada. Kendi føroyski sjónvarpsframleiðarin Per Zachariassen hevur staðið fyri [...] Og tey næstu árini vóru nøkur av teimum mest spennandi hjá tí seiglívaða rockbólkinum, sum framvegis er virkin. Teir góvu tónleik út, og í eini tónleikakapping í Radio Luxembourg var tað um reppið, at ein
ørskapurin er tó niðurbrótingin av landskassafíggingini, sum varð framd 1. januar 2002 við næstan óbøtiligum avleiðingum. Paradoksalt, tvørt at siga: Hóast tað er løgtingið, les: landsstýrið, sum er upprunin [...] eigur landskassin einki at rinda fyri serviðgerðir á Ríkishospitalinum, har er ríkiskassin einsamallur um útreiðslurnar, tað er lógarfest. 1. januar 1988 kom hetta og nógv annað, ið ríkiskassin eigur at [...] higartil kostað landskassanum (skattaborgaranum) 100-tals milliónir, og støðið er máað undan landskassans fíggjarorku. Avleiðingin er, at landsstýrið nú má útvega landskassanum lán uppá eina hálva milliard ”til
Danielsens umseting av halgubók. Hvat ger Victor her í Tel Aviv??? “Jeg læser kun færøsk. Danielsens oversættelse er den bedste. Og når jeg læser romaner, er Oddvør Johansen min favorit”. Vinaligi maðurin [...] árarnar inn. Meðan eg bíði eftir viðførinum í fólkaríku høllini á flogvøllinum, sum er á tremur við trygdarfólki, og sum er uppkallaður eftir fyrsta ísraelska forsetanum frá 1948, situr ein eldri maður við [...] ikke en skrue løs et eller andet sted?”. Eg fari at flenna og greiði frá, at nýggi føroyski uttanríkisráðharrin (hvat er so eftir hjá Jóannesi at umsita?) var mín arbeiðsgevari í fólkatinginum, tá eg las
Tá ið húsbóndin er útlærdur málari og frúan hevur lært í timburhandli, so er tað kanska ikki løgið, at heimið er snøgt og lekkurt. Og hóast hetta eisini er arbeiðspláss hjá tveimum listafólkum við stóra [...] innrættað, at tað er týðiligt at her er heimið ikki ofrað fyri arbeiðið. Men hugnaliga heimi uppi í Hoyvík er nógv meira enn bara eitt vanligt heim. Longu sum smádrongur droymdi Kristoffur um, at hann skuldi [...] ikki á nakran hátt friðarliga heimið, tí húsið er bygt til at hava buldraligar tónleikarar í kjallaranum. Húsið hevur dupult dekk við fleiri plátum, so her er væl og virðiliga ljóðisolerað, greiðir Kristoffur
fjórða hvørt lag í 1997 var føroyskt. Okkara faxnummar er 314720. Er hetta satt, so hevur Koda ein álvarsligan forkláringstrupulleika. Mest sigandi er tó fyrsti parturin av setninginum hjá útvarpsstjóranum: [...] øllum heiminum, sum kann hava nakran sum helst áhuga at spæla føroyskan tónleik, og tað er ÚF. Men sum tað er nú, er tað í veruleikanum upp til tann Per ella Pól, sum av eini ella aðrari orsøk sendir tónleik [...] partur er føroyskur. Við hesum sigi eg ikki, at ÚF hevur ein illvilja móti føroyskum tónleiki og tónleikarum. Tvørturímóti. Djúpt inhabilur, sum eg eri, kann eg upplýsa, at vælvildin at kalla altíð er sera
uppringt internetsamband er eisini 21 prosent. Her er talið á kundum minkað seinasta árið, men teir kundarnir, sum nýta internet frá Kalli, nýta internetið meira, so sølan er kortini økt. ? Orsøkin til [...] møguleikar, sigur Bjarni A. Bjarnason. Føroyski fjarskiftismarknaðurin er lítil, og avmarkað er, hvussu nógv nógv feløg kunnu kappast á honum. Kall metir, at pláss er fyri tveimum veitarum á marknaðinum, [...] fastnetinum. Nú roknskapurin fyri 2003 er tøkur, kann felagið staðfesta, at øll hesi mál vórðu rokkin, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri í Kalli. Og nýggja málið fyri 2004 er, at javnvág ella avlop skal verða
sambandi við 50-ára haldið er eisini 50. bók av Fróðskaparritum komin út. Permumyndin hesa ferð vísir ikki til eina av greinunum í bókini, sum annars hevur verið vanligt, men er ein heiður til teir tríggjar [...] knøttin. Samstundis er ein gáva frá Føroya Landsbókasavni til Føroya Fróðskaparfelag á 50-ára degnum talgilding av øllum 50 bókunum, og verður tað arbeiðið ætlandi liðugt summarið 2003. Føroyski parturin av greinum [...] 100 %, men í miðal verið 66%. Samstundis er tað sera gleðiligt, at eisini so nógv uttan fyri landið arbeiða vísindaliga við føroyskum viðurskiftum. Í bók 50 er føroyska luttøkan júst tveir triðingar.
sjálvstýrisætlanini hjá javnaðarflokkinum. Tað er ein arbeiðsbólkur hjá javnaðarflokkinum, sum nú hevur brúkt nógva tíð uppá at evna ætlanina til. Síðani er ætlanin niðurfeld í ein snotiligan faldara, sum [...] Danmark - antin vit vilja tað ella ikki. ? Okkara fremsta uppgáva er at hava eitt boð upp á, hvørjar hesar broytingar skulu verða. Og tað er hesi gongdini, sum javnaðarflokkurin vil ganga á møti við sínari [...] nógv úr henni her. Men í stuttum gongur hon út uppá, at Føroyar skulu hava sjávstýri, men tað skal verða í ríkisfelagsskapinum. Ein hin størsta uppgávan at loysa, um vit taka sjálvstýrið, er, tann fíggjarligi