Tá ið húsbóndin er útlærdur málari og frúan hevur lært í timburhandli, so er tað kanska ikki løgið, at heimið er snøgt og lekkurt. Og hóast hetta eisini er arbeiðspláss hjá tveimum listafólkum við stóra L, so er einki listarligt kaos at hóma. Ein skrappur tónleikari flippar út niðri í kjallaranum, og penslar og lørift fylla eitt arbeiðsrúm uppiá, men alt húsið er samstundis so væl og hugnaligt innrættað, at tað er týðiligt at her er heimið ikki ofrað fyri arbeiðið.
Men hugnaliga heimi uppi í Hoyvík er nógv meira enn bara eitt vanligt heim. Longu sum smádrongur droymdi Kristoffur um, at hann skuldi eiga eitt tónleikastudio, tá hann varð stórur. Dreymurin gjørdist ein ætlan, og tá hann seinni fór til skips og síðani í læru, setti hann pengar av til komandi heim/studio. Fyri trimum árum síðani kundu hann og Edith so flyta í hús við bæði studio og atelier í kjallaranum.
Gjørdu ávaringar til skammar
Tað skortaði ikki við ávaringum, tá ið Kristoffur fortaldi fólki um sínar ætlanir. Tónleikarar søgdu við hann, at hatta kundi ikki vera meira enn eitt ítriv, tí eingin hevði nakrantíð fingið slíkt at bera seg í Føroyum.
Tað fyrstu tíðina var kjallarin friðarligur. Kristoffur hevði fingið sítt studio, men kundarnir manglaðu. So fekk hann tíbetur høvi til at gera ein fløgu, og síðani hevur hann ikki havt ein stillan dag.
Vit høvdu avtalað, at hann skuldi geva 100 prosent í tvey ár, og um tað ikki bar seg til ta tíð, kundi hann fáa sær okkurt afturat, og um tað framvegis ikki bar seg eftir fimm ár, máttu vit finna eina aðra loysn, greiðir Edith frá. Men tað gekk nógv skjótari og nógv betri, enn tey høvdu torað at vænta.
Fyri hálvum ári síðani víðkaði Kristoffur studio, tí hann og ein annar produsari løgdu saman. Hetta gjørdi, at Edith var noydd at flyta út, men tað hevði hon einki ímóti, tí hetta gav henni samstundi mót til at siga trygga leiðarastarvið frá sær og arbeiða fulla tíð við listini. Í dag hevur Edith atelier í kjallaranum hjá foreldrunum, men hevur framvegis eitt arbeiðsrúm við hús.
Heim ella arbeiðspláss
Hóast tónleikabólkar til tíðir brúka studio til langt út á náttina, so órógvar tað ikki á nakran hátt friðarliga heimið, tí húsið er bygt til at hava buldraligar tónleikarar í kjallaranum.
Húsið hevur dupult dekk við fleiri plátum, so her er væl og virðiliga ljóðisolerað, greiðir Kristoffur frá.
Flestu tónleikarar hava annað arbeiði við síðuna av, og tí eru upptøkutíðirnar ikki altíð millum átta og fýra, men Kristoffur leggur dent á, at hann ikki arbeiðir alla tíðina.
Tá eg komi upp til nátturða, so er dagurin liðugur, og eg fari ikki omanaftur uttan at spyrja Edith fyrst, sigur hann smílandi.
Onkuntíð kann eg spyrja hana, um hon ikki hevur hug at mála, og so kann eg fara í studio, og tá ið vit bæði eru kreativ, so skilja vit hvønn annan.
Ja, og vit motivera eisini hvønn annan, leggur Edith afturat.
Eg haldi bara tað er positivt, at hann arbeiðir her, tí tónleikarar eru eitt serligt fólkaslag, og vit hava fingið nógvar nýggjar og spennandi vinir ígjøgnum studio.
Bæði list og handilsskapur
Edith er eisini partur av arbeiðnum hjá Kristoffuri, tí hon hevur bókhaldið og er tann, sum krevur pengar inn.
Hjá mær fyllir tónleikurin rættiliga nógv, og um Edith ikki hevði tikið sær av tí peningaliga, so hevði eg ofta bara funnið meg í nógvum, sigur Kristoffur. Hann umskyldar seg við, at mannfólk duga ikki at savna seg um meira enn eitt ting í senn.
Men tónleikararnir lurta eisini betur eftir henni, flennir hann.
Um eg ringi og biði onkran gjalda, so hendir einki, men ringir hon, so er alt orðnað beinan vegin.
Edith hevur arbeitt í handli í níggju ár, so handilsskapurin liggur í fingrunum. Hon lærdi í Timburhandlinum, og tey seinastu tvey árini var hon leiðari í Inspiration í Miðlon.
Kunnleikan til føroyska marknaðin hevur hon eisini brúkt til at seta eina kortframleiðlsu í gongd.
Mær hevur altíð dámað væl at gera gandadeiggj, og tá eg so fann eitt stað á internetinum, har mann kundi printa myndir sum kort, setti eg framleiðsluna í gongd.
Kortini selur hon í dag til handlar kring alt landið, og sølan gongur væl.
Evropeiskt samstarv
Hóast tey hava fingið studio at mala runt, so er føroyski marknaðurin lítil, og prísirnir, sum bólkar gjalda fyri studio í Føroyum kunnu ikki samanberast við útlendskar prísir.
Kristoffur spurdi tildømis ein amerikanskan produsara, um hann kundi miksa eina fløgu, teir eru í ferð við at framleiða fyri Jens Martin. Meðan prísurin í Føroyum fyri hetta arbeiðið liggur um 40.000 krónur, kravdi amerikanski produsarin 75.000 dollarar. Hetta bar ikki til, og Kristoffur spurdi so ein kendan týskan produsara, hvat hann kundi gera tað fyri. Hann kravdi 160.000 krónur.
Eg segði, at vit kundu ikki gjalda meira enn 80.000, meðan hann helt fast um, at hann ikki kundi fara undir 100.000. So sendi eg honum tveir sangir, sum vit høvdu gjørt, og hann ringdi aftur beinan vegin og vildi sleppa at miksa.
So í apríl fer Kristoffur úr kjallaranum til Týsklands. Edith hevur eisini sambond úteftir. Ein danskur framleiðari, sum hon kennir frá sínari tíð sum handilskvinna, hevur bjóðað seg at keypa sølurættindini til gandadeiggjkortini í Danmark, Svøríki og Italia. Føroysku listagávurnar eru soleiðis endaðar sum altjóða business, og kjallaraíløgan má sigast at hava loyst seg væl hjá unga parinum í Hoyvík.










