Heri Mohr
Í tíðini 2002-2007 eru landskassans útreiðslur til heilsuverkið og almannaverkið øktar við umleið 30%, og í sama tíðarskeiði eru útreiðslurnar til Ríkishospitalið øktar við umleið 39 milliónum. Hesi tøl eru sjálvandi vaksin í 2008 og 2009.
Útreiðslurnar til bæði verkini verða býttar millum landskassan og ríkiskassan. Tó eigur landskassin einki at rinda fyri serviðgerðir á Ríkishospitalinum, har er ríkiskassin einsamallur um útreiðslurnar, tað er lógarfest. 1. januar 1988 kom hetta og nógv annað, ið ríkiskassin eigur at rinda, í blokkin.
Nógvar – ikki allar – ríkiskassans skyldur eru síðani 1988 og 1993 samlaðar í blokkskipanini.
Frá fyrsta degi av varð blokkurin dýrtíðarviðgjørdur eina ferð um árið, men í 2001 viðtók landsstýrið, at dýrtíðarviðgerðin av ríkiskassans parti av útreiðslunum til almannaverkið og heilsuverkið og Ríkishospitalið skuldi halda uppat. Sostatt hevur tann føroyski skattaborgarin síðani 2002 goldið tann partin av dýrtíðarhækkingunum, sum ríkiskassin sambært lógum og viðtøkum átti at goldið. Hetta hevur higartil kostað landskassanum (skattaborgaranum) 100-tals milliónir, og støðið er máað undan landskassans fíggjarorku. Avleiðingin er, at landsstýrið nú má útvega landskassanum lán uppá eina hálva milliard ”til konsum,” sum Kristian Djurhuus, sáli, so álvarsliga plagdi at málbera seg og ávara ímóti.
Men nú leikar á!
Føroya fólk hevur sjálvsagt krav uppá at vita, hví blokkurin til fígging av ríkiskassans lógarbundna parti av útreiðslum til almannaverkið, heilsuverkið og Ríkishospitalið hevur verið skerdur síðani 1. januar 2002. Hetta hevur kostað tí føroyska skattaborgaranum milliónaupphæddir, sum hann av røttum ikki eigur at gjalda. Fyri at fáa hetta at vita er neyðugt at seta landsstýrisliminum við lógarmálum ella kanska formanninum í løgtingsins fíggjarnevnd, sum var løgmaður í 2001, fylgjandi spurningar:
*Nær og hvussu viðtók løgtingið, at stuðulin úr ríkiskassanum (blokkurin)
ikki skuldi dýrtíðarviðgerast í 5 ár frá 1. januar 2002 at rokna?
*Nær og hvussu hevur løgtingið viðtikið at stuðulin úr ríkiskassanum (blokkurin)
ikki skuldi dýrtíðarviðgerast í 2007, 2008 og 2009?
*Í 2002-2007 hevur landskassin goldið Ríkissjúkrahúsinum umleið 140 dýrtíðarmilliónir,
sum blokkurin av røttum átti at fíggjað, um hann ikki varð niðurfrystur 1.1.02.
Við hvørjari lógarheimild hevur landskassin síðani 2002 fíggjað ein part av rakstrarútreiðslunum
hjá Ríkishospitalinum? Tað er annars lógarfest, at serviðgerðir á donskum sjúkrahúsum
(Ríkishospitalið o.ø.) verða goldnar av statinum. Tað er eisini lógarfest, hvussu útreiðslurnar
til heilsuverkið og almannaverkið (minus almenna forsorg) skulu býtast millum ríkiskassan og
landskassan. Eins og við Ríkishospitalinum er statskassin eisini einsamallur um at gjalda fyri
serforsorgina (í blokkinum). Samanlagt tosa vit um inntøkuøki til vælferðina, sum ikki hava
verið dýrtíðarviðgjørdar eftir boðum frá landsstýrinum til ríkisstjórnina – nú á áttanda ári.
Endamálið við hesum spurningum er at vita, um landsstýrið hevur framt ágang móti lógbundnari fígging til landskassan – og hervið eisini skattaborgaranum – við álvarsligum avleiðingum fyri tað føroyska fólkið; serstakliga fyri gomul, sjúk, avlamin og brekað fólk.
Ein uppískoytisspurningur:
*Nær vórðu málini: niðurskurður av blokkinum við 366 milliónum og niðurfrysting av
blokkinum nú á áttanda ári viðgjørd sum tingmál í løgtinginum?
Eftir er so at vita, um relevantir politikarar fara at svara upp á spurningarnar við tí ikki ókenda arroganta svarinum: ikki at svara? Slík tøgn kann vera sálarliga lemjandi og loysir ikki vandamál
í samfelagnum – tvørturímóti!
Løgtingslimir eru í seinastuni alment farnir at skriva um misskilda nationalismu í Føroyum
uttan tó at greiða nærri frá hesum fyribrigdi.
Í góðveðri fyri nøkrum tíggjuárum síðani varð á Havnar Skansa proklamerað ein nationalistisk
tesa: Heldur føroying, ið dømir skeivt, enn dana, sum dømir beint.
Slíkir tónar og slík hugsan sampakkar ikki við demokrati og forna føroyska mentan.
Í seinastu øld broyttust tjóðskaparkenslur við gorr og reyp til hástóra, eirindaleysa nationalismu í Europa (Týskland/Italia) og Asia (Japan), hvar moralur líðandi broyttist til amoral, kaos, mannajakstran og loksins ragnarok í 1939-1945.
Her kann av sonnum sigast, at demokratiini í vesturheiminum misskiltu nationalismuna.
Og er tað ikki sami vesturheimurin – USA og EU og NATO – sum í dag roynir at ansa eftir, at slíkar ræðuligar misskiljingar ikki endurtaka seg?
Hjá okkum hevur endaleyst barnsligt møsn um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark skatt og
avskeplað sannar føroyskar tjóðskaparkenslur og hetta av fólki, sum heldur seg vera privilegerað
við hesum somu kenslum og sigur seg at vera mentað.
Men størsti ítøkiligi ørskapurin er tó niðurbrótingin av landskassafíggingini, sum varð framd 1. januar 2002 við næstan óbøtiligum avleiðingum.
Paradoksalt, tvørt at siga: Hóast tað er løgtingið, les: landsstýrið, sum er upprunin til ørskapin, so má løgtingið eisini gevast við niðurbrótingini. Ørskapurin má steðgast. Niðurfrystingin av statsins lógarbundnu fígging av almannaverkinum, heilsuverkinum og Ríkishospitalinum má halda uppat, uttan drál, tí nú leikar á.
Tvinnir eru kostirnir: Við lóg skal land byggjast, ella Dante: Her er vón útihýst.










