Hvat hava Victor Danielsen, Oddvør Johansen, Høgni Hoydal og Herbert Pundik í felag?
Svarið er, at øll vóru á hypermodernaða Ben Gurion flogvøllinum í Tel Aviv í Ísrael, tá undirritaði næst seinasta mánadag setti hol á eitt hálvt ára uppihald í lovaða landinum, sum flýtur í mjólk og hunangi, og sum gamli Móses einans slapp at hyggja inn í, áðrenn hann legði árarnar inn.
Meðan eg bíði eftir viðførinum í fólkaríku høllini á flogvøllinum, sum er á tremur við trygdarfólki, og sum er uppkallaður eftir fyrsta ísraelska forsetanum frá 1948, situr ein eldri maður við kritahvítum skeggi og lesur. Men hann lesur ikki hvat sum helst. Hann lesur einki annað enn Victor Danielsens umseting av halgubók. Hvat ger Victor her í Tel Aviv???
“Jeg læser kun færøsk. Danielsens oversættelse er den bedste. Og når jeg læser romaner, er Oddvør Johansen min favorit”.
Vinaligi maðurin tekur “Lívsins summar” hjá føroyska rithøvundanum úr taskuni. Hann er prestur í Keypmannahavn. Hevur eina føroyska verdóttir og var í Føroyum so seint sum í heyst. Kona hansara kemur upp í leikin, og vit fara at tosa um løgtingsvalið.
“Ham der Høgni Hoydal, har han ikke en skrue løs et eller andet sted?”. Eg fari at flenna og greiði frá, at nýggi føroyski uttanríkisráðharrin (hvat er so eftir hjá Jóannesi at umsita?) var mín arbeiðsgevari í fólkatinginum, tá eg las í Keypmannahavn. Og hon roynir umberandi at draga í land.
Knappliga setir ein lágur eldri maður seg við okkara lið. Kenni hann beinanvegin aftur. Fyrrverandi ábyrgdarblaðstjóri á Politiken. Jødi. Sjálvboðin ísraelskur hermaður í 1948-krígnum, tá staturin Ísrael eftir holocaust-ræðuleikarnar varð settur á stovn. Virkin viðmerkjari og friðaraktivistur í dag. Hann eitur Herbert Pundik. Fuck! Havi keypt hansara fyrstu av trimum bókum við endurminningum, men havi ikki lisið hana. Tað hevði annars komið væl við beint nú.
Pundik tosar um kaosið í Hamas-stýrda Gaza-geiranum, sum í skrivandi stund er totalt isolerað av ísraelska herinum, sum hevur stongt markið og blokerar fyri streymi og brennievni orsakað av mongu kassam-rakettunum, sum regna yvir býirnar Sderot og Aschelon sunnast í Ísrael.
Militanta Hamas-rørslan, sum hevur valdið í Gaza, hevur svarað aftur við at spreingja seg ígjøgnum markið til Egyptaland við bulldosarum og dynamitti, og fleiri hundrað túsund palestinsk flóttafólk eru flýdd ígjøgnum múrin/hegnið inn í Egyptaland. Hamas sendi svøltaðu børnini og kvinnurnar fremst, so egyptiski herurin ikki skuldi sláa til. Strategiin riggaði til fulnar, og eftir sita ísraelska og egyptiska stjórnin við einum ovurstórum trupulleika: Egyptaland vil undir ongum umstøðum arva humaniteru katastrofuna í Gaza, sum Ísrael fegin vil sleppa undan. Men Ísrael hevur nú hinvegin mist tamarhaldið á inn- og útflutninginum til Gaza, og hetta er ein kærkomin møguleiki hjá Hamas at smugla vápn og terroristar inn og út úr økinum.
Meðan Pundik tosar, vóni eg innantanna, at nýggju rakettirnar ikki fara at røkka til nýggja heimstað mín, sum liggur skamt norðanvert hetta fongslið av fátækradømi, terrorismu og ekstremismu, sum eitur Gaza. Týsdagin í vikuni sló fyrsti sjálvmorðsbumbumaðurin til, síðani undirritaði kom til landið. Og ísraelskir fjølmiðlar spáa, at yvirgangsálopini fara at økjast komandi tíðina orsakað av spentu støðuni.
Pundik spyr, hvaðani eg komi, og so fer hann at tosa um Føroyar. Eg, sum helt, at heimurin var stórur, og at eg var langt burturi frá heimlandinum. Men her á Ben Gurion flogvøllinum í Tel Aviv fái eg ikki vent mær fyri fólki, sum vita beskeð um Føroyar. Sum kenna Victor Danielsen, Høgna Hoydal og Oddvør Johansen.
***
Í bilinum á veg inn í býin rennur mær í hug, hvussu lítil heimurin er. Tíð og rúm eru av sonnum vorðin tvey pseudo-hugtøk. Klóta okkara líkist alt meiri einum lítlum rúmi, har alskyns fólkasløg eru savnað og koma hvørjum øðrum meiri við enn nakrantíð áður. Tey rópa tað fyri sosiala, mentanarliga og búskaparliga globalisering. Tey rópa tað fyri informatiónsøld, tøknifrøðiliga kollvelting, humana integratión, Global Village og hvat veit eg.
Essensurin er, at heimurin gerst minni og minni. At hugtakið “frástøða” gerst alsamt meiri útvatnað. At hugtøk sum “nationalstatur” og “landamørk” hvørva. At munurin millum lokalt og globalt verður viskaður út. Og tað merkir, at tryggleiki, vælferð og stabilitetur ikki longur er eitt lokalt fyribrigdi, sum verður nátt óheft av gongdini aðrastaðni. Øll eru vit samanbundin í einum heimsumfatandi eiturkoppaspinni, og gongdin heima er treytað av gongdini úti.
Clinton tosaði um “interdependence” í Norðurlandahúsinum á sinni. Orðið var tekstað til “sínámillum treytan”, tá SvF sendi fyrilesturin. Og tað er júst tað, sum er eitt høvuðseyðkenni fyri okkara samtíð. Sum ísraelar og palestinar ikki skilja. Og sum eg fekk ein kenslu av á Ben Gurion flogvøllinum næst seinasta mánadag.