Samgongan skal ikki koma til okkum at biðja um hjálp

? Nú mugu vit staðfesta at royndin at samstarva við samgonguna um fullveldið er miseydnað. Tí kann samgongan ómøguligt vænta, at vit koma upp í kórið og bjarga henni, tá ið trupulleikarnir fara at stinga seg upp, seinni, sigur Jóannes Eidesgaard

? Vit hava nú fingið okkara egna útspæl í sjálvstýrismálinum. Og tað fara vit at brúka.

Tey trý, Jóannes Eidesgaard, Katrin Dahl Jacobsen og Henrik Old vóru mánakvøldið í Porkeri og greiddu suðuroyingum frá nýggju sjálvstýrisætlanini hjá javnaðarflokkinum.

Tað er ein arbeiðsbólkur hjá javnaðarflokkinum, sum nú hevur brúkt nógva tíð uppá at evna ætlanina til.

Síðani er ætlanin niðurfeld í ein snotiligan faldara, sum í hesum døgum verður borin í hvørt hús í landinum.

Flokkurin hevur gjørt hesa ætlanina fyri at hava eitt ítøkiligt alternativ til fullveldisætlanina hjá samgongini.

? Tí nú noyðast vit nevniliga at staðfesta, at royndin at samstarva við samgonuna um at broyta viðurskiftini ímillum Førooyar og Danmark eru miseydnað, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard.

Á fundinum í Porkeri var tað tí sligið fast, at nú javnaðarflokkurin hevur fingið eina ítøkiliga ætlan, kemur tað ikki uppá tal, at flokkurin fer at viðgera sjálvstýrismál útfrá ætlanini hjá samgonguni.

? Nú, vit hava okkara egnu ætlan, verður tað útfrá henni, at vit fara at viðgera sjálvstýrismálini, søgdu umboðini hjá flokkinum.

Men tey løgdu eisini dent á, at tey høvdu onki havt ímóti um eitt løgtingsval var áðrenn, so at veljarin slapp at siga sína hugsan um sjálvstýrisætlanina hjá javnaðarflokkinum mótvegis ætlanini hjá samgonguni.


Boð verða eftir javnaðarflokkinum

Á fundinum í Porkeri var lítil ivingur um, at boð fóru at verða eftir javnaðarflokkinum í sjálvstýrismálinum.

Tað hildu fólk seg hava merkt á samgonguni, at fríggjað varð dúgliga til javnaðarflokkinum fyri at fáa hann uppí fullveldisarbeiðið.

Sjálvur ivast Jóannes Eidesgaard ikki í, at samgongan kemur í álvarsligar trupulleikar, so hvørt sum fullveldisætlanin verður meiri og meini ítøkilig. Ikki misnt verður tann búskaparligi parturin av fullveldinum ein stórur trupulleiki.

? Tjóðveldisflokkurin veit, at tað eru ávísir fólkafloksmenn, sum ikki taka undir við fullveldinum. Tað veit hann við so stórari vissu, at hann kann seta navn á teir, sum fara at bakka, tá ið á stendur.

? Tað er heldur ikki óhugsandi, at onkur í sjálvstýrisflokkinum hoyknar undan tá ið samanum kemur.

? Og so seint sum í Sosialinum í gjár segði Bjarni Djurholm, at fyri fólkaflokkin merkir fullveldi, at almenna umsitingin skal skerjast 100-200 milliónir um árið í nøkur ár.


Ongin hjálp hiðani

Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta er ikki tað, sum tjóðveldisflokkurin sigur seg vilja.

Tí ivast hann ikki í, at tjóðveldisflokkurin fegin vil hava Javnaðarflokkin uppí arbeiðið fyri meiri sjálvstýrið.

? Hetta hevur Tjóðveldisflokkurin fleiri ferðir boðað frá áðrenn.

? Men tá ið rættarnevndin viðgjørdi uppskotið um grundlógarnevnd, og samstarvið skuldi standa sína roynd, bar onki til. Í rættarnevndini vildi javnaðarflokkurin hava arbeiðssetningin hjá grundlógarnevndini víðkaðan til eisini at kanna, hvørjar broytingar kravdust í donsku grundlógini, um føroyingar vildu hava meiri sjálvstýri, uttan at fara úr ríkisfelagskapinum. Men har var púra knívskorið.

Og formaðurin í javnaðarflokkinum leggur dent á, at tí kann samgongan ómøguligt rokna við hjálp frá javnaðarflokkinum til at seta fullveldisætlanina í verk.

? Tað kann ongin vænta, at vit skulu fara uppí kórið meiri og minni treytaleyst og gerast ein stuðulsflokkur hjá samgonguni í fullveldismálum.

Hann sigur tí, at nú javnaðarflokkurin hevur sítt egna alternativ, verður tað haðani frá, at flokkurin fer at viðgerða framtíðarstøðu Føroya mótvegis Danmark.

?Men sjálvandi eru vit sinnað at samráðast við aðrar flokkar um ætlanina so at vit kunnu finna neyðsemjur innan rímiligt mark, leggur floksformaðurin afturat.

? Men tað skal helst vera eftir eitt løgtingsval, har veljarin er sloppin at siga sína hugsan um okkara ætlan, mótvegis tí arbeiði, sum nú fer fram í samgonguni, leggur hann afturat.


Mæla fólki frá

Á fundinum í Porkeri spurdi fólk, hvørja støðu flokkurin hevði, um samgongan, ímóti øllum sannlíkindum, kortini megnar at gjøgnumføra sína ætlan og setur hana til fólkaatkvøðu, soleiðis sum hon hevur boðað frá.

Jóannes Eidesgaard svaraði, at tað kundi ikki vera nakar ivi um, at javnaðarflokkurin fer at mæla fólki frá at atkvøða fyri fullveldinum hjá samgonguni.


? Og nú kunnu vit gera tað, uttan at nakar kann kasta okkum nakað fyri, tí nú hava vit eitt ítøkiligt alternativ, legði hann afturat.


Antin vit vilja ella ikki

Á fundinum í Porkeri vísti Jóannes Eidesgaard á, at tað var ongin vegur uttanum, at broytingar fara at henda í viðurskiftunum ímillum Føroyar og Danmark - antin vit vilja tað ella ikki.

? Okkara fremsta uppgáva er at hava eitt boð upp á, hvørjar hesar broytingar skulu verða.

Og tað er hesi gongdini, sum javnaðarflokkurin vil ganga á møti við sínari sjálvstýrisætlan

Ætlanin verður borin í hvørt hús í landinum, so tað skal ikki endurtakast so nógv úr henni her.

Men í stuttum gongur hon út uppá, at Føroyar skulu hava sjávstýri, men tað skal verða í ríkisfelagsskapinum.

Ein hin størsta uppgávan at loysa, um vit taka sjálvstýrið, er, tann fíggjarligi parturin.

Formaður javnaðarfloksins sigur, at tað er ongin sum helst ivi um, at blokkurin úr Danmark fer at verða skerdur komandi árini, tí danskir politikarar eru heilt einfalt ikki fyri at hann skal halda fram óbroyttur.

Hann sigur, at allar ábendingar av Christiansborg siga, at mennist føroyski búskapurin, fer kravið at koma um at skerja blokkin.

? Eg haldi, at tað hevur alstóran týdning, at føroyingar koma sjálvir við einum uppskoti um, hvussu tað skal gerast, tí so kunnu vit samráðast um blokkin útfrá tí. Hin møguleikin er, at danir koma við einum uppskoti fyri okkum um at skerja blokkin, og so fer tað at liggja til grund fyri tí, sum víðari hendur.

? Men tað er ikki vist, at tað verður ein loysn, sum hóvar okkum serliga væl.

Jóannes Eidesaard sigur, at uppskotið hjá javnaðarflokkinum um, hvussu blokkurin skal skerjast, byggir á tað grundstøðið, at vælferðin hjá fólkinum skal ikki skerjast, ella setast í vanda.

Tí vil javnaðarflokkurin hava, at blokkurin skal regulerast í takt við búskaparligu menningina.

? Tað vil siga, at so hvørt, sum føroyski búskapurin mennist, skal blokkurin skerjast við einum parti av vøkstrinum. Hin parturin av av vøkstrinum skal brúkast til at menna samfelagið og til at økja vælferðina við, sigur Jóannes Eidesgaard.

Somuleiðis heldur hann, at tað er ótrúliga týdningarmikið, at føroyingar varðveita teir fyrimunir vit hava í ríkinum til útbúgving, sjúkraviðgerð og annað. Tað væntar hann verður trupult, um vit fara úr ríkisfelagsskapinum. Tí byggir ætlan javnaðarfloksins á sjálvstýrið- men í ríkisfelagsskapinum.