Hallið hjá Kalli skal burtur

Hóast eitt hall hjá Kall upp á 6,7 milliónir krónur í fjør, er stjórin í felagnum væl nøgdur við gongdina, og í ár ætlar felagið sær at sleppa undan halli. Kall hevur fimta hvønn telefonkunda í landinum, og felagið ætlar sær at økja støðugt um søluna av øllum sínum tænastum

Kall tekur seg støðugt fram á føroyska fjarskiftismarknaðinum, og hóast úrslitið í fjør var eitt hall upp á næstan sjey milliónir krónur, náddi felagið øllum teimum málum, sum tað hevði sett sær.
? Kall setti sær sum mál fyri 2003 at vaksa um marknaðarpartin innan fastnettelefoni og at økja munandi um GSM-søluna. Eisini setti felagið sær fyri at vaksa um søluna til virki og at hava beinleiðis yvirskot á fastnetinum. Nú roknskapurin fyri 2003 er tøkur, kann felagið staðfesta, at øll hesi mál vórðu rokkin, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri í Kalli.
Og nýggja málið fyri 2004 er, at javnvág ella avlop skal verða á roknskapinum. Tað skal gerast við meira sølu av øllum tænastum, men felagið hugsar ikki minst um at vaksa um GSM-partin, og so kemur eitt nýtt tilboð um breiðband til internet seinni í ár.
? Gongdin higartil í ár vísir, at vit økja framvegis um okkara sølu, og tí er tað realistiskt at hugsa sær, at vit klára at fáa javnvág ella avlop í roknskapin í ár, sigur Bjarni A. Bjarnason.

Kall eigur fimta hvønn kunda
Kall hevur 21 prosent av øllum fastnetfeløgum í Føroyum, 21 prosent av GSM-haldarunum og eisini 21 prosent av haldarunum av uppringdum internetsambandi.
Hóast fastnetfelagarnir í Føroyum fækka, veksur marknaðarparturin hjá Kalli, og talið á fartelefonhaldarum hjá Kalli økist alsamt.
Á fastnetinum vóru 24.300 felagar í Føroyum við árslok 2003. Av hesum vóru 5.100 felagar hjá Kalli.
Útbreiðslan av GSM-fartelefonum í Føroyum økist alsamt. Í 2003 vóru 36.800 GSM-haldarar í landinum. Tað svaraði til 76 prosent av íbúgvunum. Av teimum vóru 7.500 kundar hjá Kalli. Kall hevur boðið út GSM-tænastur í einans eitt gott ár, og felagið hevur gjørt íløgu í egið GSM-kervi.
Sambært stjóranum í Kalli fara fólk frameftir at brúka meira fartelfon og minni fastnettelefon.
? Hóast tað hevur kostað meira at tosa í fartelefon enn vanliga telefon, so brúka fólk nógv fartelefonina, og soleiðis verður eisini framyvir. Fartelefonin gevur kundanum størri møguleikar og frælsi, og tí fer einki at hótta fartelefonina næstu árini, sigur Bjarni A. Bjarnason.

Færri internetkundar
Marknaðarparturin hjá Kalli innan uppringt internetsamband er eisini 21 prosent.
Her er talið á kundum minkað seinasta árið, men teir kundarnir, sum nýta internet frá Kalli, nýta internetið meira, so sølan er kortini økt.
? Orsøkin til, at færri kundar hava uppringt internet, kann vera, at økta útboðið av sjónvarpsrásum kappast við internetið, sigur Bjarni A. Bjarnason.
Men ein onnur orsøk kann vera, at nýggju tilboðini við breiðbandi eru meira lokkandi fyri kundan, og her hevur Kall ikki havt nakað at bjóða enn. Men tað verður broytt í næstum. Íløgurnar eru gjørdar, royndarkundar eru á skipanini, og í heyst kemur Kall við sínum egna breiðbandtilboðið til føroyingar.
? Uppringt internetsamband blívur ikki við at vera stuttligt, og tí kemur breiðbandið at taka yvir. Vit standa mitt í einum tøkniskifti, har breiðbandið fer at avloysa uppringda sambandi og lutvíst eisini fastnettelefonina, og við breiðbandinum koma nógvir nýggir møguleikar, sigur Bjarni A. Bjarnason.
Føroyski fjarskiftismarknaðurin er lítil, og avmarkað er, hvussu nógv nógv feløg kunnu kappast á honum. Kall metir, at pláss er fyri tveimum veitarum á marknaðinum, og við tíðini væntar felagið, at marknaðarparturin hjá felagnum økist, so betri javnvág verður millum báðar veitararnar á marknaðinum.

- - -

(At koyra í kassa:)

Kall tvífaldaði søluna
Tilsamans var sølan hjá Kalli í 2003 35 milliónir krónur. Hetta er tvífalt so nógv sum samlaða sølan í 2002. Úrslitið hjá Kalli áðrenn rentur og avskrivingar var javnvág. Hetta er munandi betri enn í 2002, tá úrslitið áðrenn rentur og avskrivingar var eitt hall upp á 4,4 milliónir krónur. Úrslitið eftir rentur og avskrivingar í 2003 var eitt hall upp á 6,7 milliónir krónur.
? Úrslitið hjá felagnum stendst av, at felagið er í støðugum vøkstri og byggir upp ein nøktandi marknaðarpart, sum skal bera felagnum uppi í framtíðini. Av hallinum í 2003 stavaði meginparturin frá fyrra hálvári. Seinna hálvár hevði Kall besta rakstrarúrslitið, sum felagið hevur havt, síðan tað fór til verka í 2001, og fyrsta ársfjórðing í 2004 er raksturin batnaður munandi, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri í Kalli.
? Virksemið hjá felagnum hevur síðan byrjan verið merkt av, at stórar íløgur eru gjørdar fyri at fáa ferð á raksturin. Málið fyri 2003 var at flyta felagið frá íverksetan til vanligan rakstur. Tað eydnaðist. Málið fyri 2004 verður at basa hallinum. Úrslitið eftir rentur og avskrivingar skal javnviga ella geva avlop, sigur stjórin í Kalli.