vøkstur í altjóða flúgving á 10 prosent í 2017. Tað er Check-In.dk sum ber hesi tíðindi. Hin 25. mai í ár byrjar Icelandair eina nýggja summarrutu úr altjóða lufthavnini í Keflavík til Kansas City í Missouri [...] tølini vísa, at talan er um met við tilsamans 4.386.776 ferðafólkum í fjør. Fleiri enn fýra miljónir ferðafólk hjá Icelandair vóru í 2017 altjóða ferðafólk - ella heili 92 prosent. Hini átta prosentini [...] Missouri. Flogið verður tríggjar ferðir um vikuna í tíðini frá 25. mai til 1. oktober í 2017. Icelandair fer at flúgva nýggju summarrutuna við Boeing 757-200 flogførum.
Seinni í dag skal rætturin í Reykjavík gera av, um maðurin, sum situr varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri drápið á Birnu Brjánsdóttir, framhaldandi skal sita í varðhaldi. Maðurin, sum sigldi við grønlendska [...] grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, noktar seg framvegis sekan í at hava verið atvoldin til, at 20 ára gamla íslenska gentan doyði. Tað eru seks vikur í dag, síðan maðurin varð handtikin og varðhaldsfongslaður [...] maðurin longur kann ávirka kanningararbeiðið. Tað er íslendska heimasíðan www.mbl.is , ið ber hesi tíðindi, sum eisini eru endurgivin á grønlendsku heimasíðuni - www. Sermitsiaq.ag
Í vikuni tendraði Vodafone tvær nýggjar 4G støðir í Vágoynni – eina í Sandavági og eina í Sørvági. Útbyggingin er partur av ætlanini hjá Vodafone at bjóða eitt størri farnet í oynni. Fyrr í ár vóru tríggjar [...] tríggjar 4G støðir tendraðir á flogvøllinum, í Mykinesi og í Gásadali. Seinni í ár er ætlanin at tendra eina nýggja 4G støð í Miðvági. Hetta merkir, at við árslok er 4G um alla Vágoynna. - Hægri ferð gevur [...] gevur eina betri uppliving, tá tú stroymar, ert á Facebook, lesur tíðindi ella leitar eftir upplýsingum, sigur Erland Simonsen, tekniskur stjóri á Vodafone. Tí arbeiða vit áhaldandi við at menna okkara farnet
áðrenn gongdin í búskapinum og harvið arbeiðsmarknaðinum fer at venda. Júst sum fjølmiðlar víða um heim bera tíðindi um, at altjóða búskaparkreppan er um at hasa av, og at vend fer at koma í skjótt, kunnger [...] áðrenn vend kemur í gongdina í Danmark. Bankin sigur, at arbeiðsloysið fer framvegis at veksa, og at næstan 180.000 danir verða arbeiðsleysir, áðrenn vendin kemur. Tjóðbankin sigur í síni nýggju meting [...] danska bruttotjóðarframleiðslan verður 3,2 prosent minni næsta ár enn í ár. Harafturímóti roknar bankin við einum lítlum vøkstri í 2011 - væntandi nakað oman fyri eitt prosent.
nú sum í nítiárunum og tey fyrstu árini eftir aldarskiftið. -Hetta munnu vera góð tíðindi hjá teimum, sum framvegis halda, at Afrika druknar í fátækradømi og deyða, men tað Afrika er við at fara í søguna [...] seinastu tíggju árini í hesum londunum. Ein frágreiðing, sum serfrøðingar hjá UNESCO, WHO, Red Barnet og øðrum felagsskapum og stovnum hava skrivað, vísir, at í teimum flestu londunum í Afrika minkar barnadeyðin [...] Barnadeyði er framvegis ein trupulleiki í Afrika, men trupulleikin er minkaður nógv tey seinastu árini. Í londum sum Kenya, Rwanda og Senegal er barnadeyðin minkaður átta prosent um árið, og tað hevur
andørurin í ukrainska høvuðsstaðnum Kiev, Mykola Zjyrnov, segði seint í kvøld, at tað hevur verið heldur friðarligari í býnum í kvøld, enn tað annars hevur verið leingi. - Bardagar eru tó í útryðjuni av [...] friðarligari í høvuðsstaðnum í løtuni, heitir hann tó á fólk um at vera ansin og at lurta eftir ávaringum hjá myndugleikunum. Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi úr ukrainska høvuðsstaðnum í kvøld [...] sigur, at hósdagurin hevur verið friðarligur í Kiev, og at almenna undirstøðukervið í høvuðsstaðnum verður bygt uppaftur. - Verjan og aðrir myndugleikar eru í holt við at beina burtur minur úr økjum, sum
samstarva um trygd og sum eru í vanda fyri russisku "aggressiónini" - nú og í framtíðini, sum Blinken málbar seg. USA hevur áður latið eina røð av hjálparpakkum og hevði fram til juni í ár latið tilsamans fýra [...] fýra miljardir dollarar í lánum og stuðli til Ukraina og onnur evropeisk lond. Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag. [...] Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, hevur verið á óvæntaðari vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv. Her segði hann, at Ukraina og onnur evropeisk lond, sum eru hótt av Russlandi, fáa amerikanska
Hin sætti, sum hevur latið lív í herviliga vatnfloyminum í Sveis, er funnin í Tincino, sum er í landsynningspartinum av landnum. Persónurin varð funnin í sonevnda Maggia-dalinum, har ein annar prsónur [...] áarbakkarnar, og her varð ein maður funnin deyður í einum hotelkjallara. Tað er tíðindastovan, NTB, sum ber hesi tíðindi úr Sveis tíðliga í kvøld. [...] eisini var funnin deyður í gjár. Bjargingarlið noyddust at brúka bjargingartyrlur fyri at bjarga líkunum. Alpu-økið er rakt av herviligasta vatnfloymi síðan ár 2000, tá 13 fólk lótu liv í einum skriðulopi, sum
landskappingini er í dag, og onkrar broytingar hava verið. Hjá felagsliðnum í Sundalagnum er ein miðvallari komin til felagið, meðan annar miðvallarleikari hevur leitað sær í annað felag í landinum. Leikarin [...] darvaður av skaðum í ár, hevur valt at leika restina av kappingarárinum við ÍF í næstbestu deildini. Hesi tíðindi váttar formaðurin hjá EB/Streymi, Rólant Højsted, fyri portalinum í kvøld. [...] Leikarin, sum er komin til felagið, er ikki ókendur í EB/Streymi. Talan er um Jákup Martin Joensen, sum kemur frá AB. Jákup Martin er eiðismaður og hevur í fleiri ár spælt við besta liðnum hjá EB/Streymi.
Falluja, men í gjár vóru aftur bardagar summastaðni í býnum. Teir seinastu dagarnar hava fleiri tíðindastovur borið tíðindi um, at nógv fólk í Falluja hava hvørki fingið vátt ella turt í fleiri dagar. [...] bumbum og granatum, og fleiri eru deyð. Ein tíðindamaður hjá Reuter greiddi í gjár frá, at nógv lík liggja í gøtunum í býnum. Í gjár komu sjey lastbilar hjá muslimska hjálparfe-lagsskapinum Reyða Hálv-mána [...] um at bíða uttan fyri býin. Amerikanska herleiðslan sigur, at minst 1.200 uppreistrarmenn eru deyðir í bardøgunum um Falluja. 38 amerikanskir hermenn eu deyðir, og næstan 300 eru særdir.