Vodafone byggir út í Vágum

Í vikuni tendraði Vodafone tvær nýggjar 4G støðir í Vágoynni – eina í Sandavági og eina í Sørvági. Útbyggingin er partur av ætlanini hjá Vodafone at bjóða eitt størri farnet í oynni.

Fyrr í ár vóru tríggjar 4G støðir tendraðir á flogvøllinum, í Mykinesi og í Gásadali. Seinni í ár er ætlanin at tendra eina nýggja 4G støð í Miðvági. Hetta merkir, at við árslok er 4G um alla Vágoynna.

- Hægri ferð gevur eina betri uppliving, tá tú stroymar, ert á Facebook, lesur tíðindi ella leitar eftir upplýsingum, sigur Erland Simonsen, tekniskur stjóri á Vodafone. Tí arbeiða vit áhaldandi við at menna okkara farnet. Vit ynskja at framhaldandi slóða fyri, at føroyingar fáa skjóta atgongd til heimin rundan um okkum.