Íslendska flogfelagið, Icelandair, hevur júst almannakunngjørt samlaða ferðafólkatalið fyri 2017, og tølini vísa, at talan er um met við tilsamans 4.386.776 ferðafólkum í fjør.
Fleiri enn fýra miljónir ferðafólk hjá Icelandair vóru í 2017 altjóða ferðafólk - ella heili 92 prosent. Hini átta prosentini flugu á innanríkisrutunum hjá felagnum. Talan er um ein vøkstur í altjóða flúgving á 10 prosent í 2017.
Tað er Check-In.dk sum ber hesi tíðindi.
Hin 25. mai í ár byrjar Icelandair eina nýggja summarrutu úr altjóða lufthavnini í Keflavík til Kansas City í Missouri. Flogið verður tríggjar ferðir um vikuna í tíðini frá 25. mai til 1. oktober í 2017.
Icelandair fer at flúgva nýggju summarrutuna við Boeing 757-200 flogførum.