Nú er heldur friðarligari í ukrainska høvuðsstaðnum

Tað hevur verið friðarligt í ukrainska høvuðsstaðnum í kvøld, men í útryðjuni av býnum eru framvegis bardagar.

 

Hernaðarkommandørurin í ukrainska høvuðsstaðnum Kiev, Mykola Zjyrnov, segði seint í kvøld, at tað hevur verið heldur friðarligari í býnum í kvøld, enn tað annars hevur verið leingi.

 

- Bardagar eru tó í útryðjuni av býnum, leggur hann aftrat.

 

Mykola Zjyrnov sigur, at hósdagurin hevur verið friðarligur í Kiev, og at almenna undirstøðukervið í høvuðsstaðnum verður bygt uppaftur. 

 

- Verjan og aðrir myndugleikar eru í holt við at beina burtur minur úr økjum, sum ukrainski herurin hevur tikið aftur frá russum, sigur hann.

 

Hernaðarkommandørurin sigur, at hóast tað er friðarligari í høvuðsstaðnum í løtuni, heitir hann tó á fólk um at vera ansin og at lurta eftir ávaringum hjá myndugleikunum.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi úr ukrainska høvuðsstaðnum í kvøld.