Væntar nógv arbeiðsleys í Danmark

Danski Tjóðbankin væntar, at talið á arbeiðsleysum dønum fer at koma upp ímóti 180.000, áðrenn gongdin í búskapinum og harvið arbeiðsmarknaðinum fer at venda. Júst sum fjølmiðlar víða um heim bera tíðindi um, at altjóða búskaparkreppan er um at hasa av, og at vend fer at koma í skjótt, kunnger danski Tjóðbankin, at tað fara at ganga tvey ár, áðrenn vend kemur í gongdina í Danmark.

Bankin sigur, at arbeiðsloysið fer framvegis at veksa, og at næstan 180.000 danir verða arbeiðsleysir, áðrenn vendin kemur.

Tjóðbankin sigur í síni nýggju meting, at danska bruttotjóðarframleiðslan verður 3,2 prosent minni næsta ár enn í ár. Harafturímóti roknar bankin við einum lítlum vøkstri í 2011 - væntandi nakað oman fyri eitt prosent.