1970unum og í 1980unum. Hann var svipari á KÍ-liðnum í fleiri ár, og hann var liðskipari á føroyska landsliðnum eitt tíðarskeið. Mikkjal hevði framúr gott yvirblikk á vøllinum, og hansara teknisku førleikar [...] Hann var eisini kendur sum lærari á læraraútbúgvingini í tvey áratíggju. Aftaná at hava lokið prógv á lærdum háskúla í Danmark í 1990unum, var Mikkjal settur í starv á Føroya læraraskúla um aldarskiftið [...] læraraútbúgvingin varð lýst sum ein setursútbúgving á bachelorstigi á sumri í 2008. Mikkjal var eisini hollur stuðul hjá Jóannesi Hansen, sum var rektari á Føroya læraraskúla (seinni Námsvísindadeildin) frá
veiðan var, minnist eg ikki, men vit vóru sikkurt á Dalagrynnuni, tí eina tíð eftir tað slapp eg við mammu norður á Tvøroyri at vitja Sivar bróður, sum lá á sjúkrahúsinum. Tá so vit koma har í Líðini, og [...] roðaði so vakurt í havsbrúnni, og smábátarnir vóru farnir í fjørðin. Eg og versonurin Rói vóru á veg suður aftur á hospitali, eg sat og hugsaði, meðan vit koyrdu, at tað skuldi verða so meiningleyst at pabba [...] og eg síggi vitan, sigi eg hart í bussinum “ Nú eri ogur komin á Dalagrynnuna, tað dugdi eg at síggja á vitanum”. Ja, barnaverðin var ikki so stór tá. Tá so pabba keypti tann mittasta Saturn sum var nakað
ið eg kom framvið. Hann visti um alt og fylgdi væl við øllum. Heilsan hjá Peturi var farin at bila tey seinastu árini. Hóast tað var hann á Sandoynni í fleiri mánaðir fyri at vera nær mammu síni, sum býr [...] sjúkrahúsinum eftir sjúkralegu: "Petur við Jette mostur um buldrini í Vági. Jesus er eisini dóttin á gólvið..." Eg var framvið hjá honum í kvøld. Glaður og gott tilpassar sum altið. Petur er akkurát komin [...] Petur hevur m.a røtur av Lisberg-ættini sum jú er úr Smiðjuni í Fámjin. Hann kom millum annað inn á hesi ting í kvøld, tá eg var framvið. Systkini hjá Petur eru: Kirstin (doyði 2010) Bente og so Petur
broytingar, ið hendu á landbúnaðarøkinum í seinastu øld. Hann var fyrsti næmingur á Royndarstøðini (1925), og í 1926/27 var hann á Føroya Fólkaháskúla. Í 1932 var hann eitt summar á Sejlstrup gård í Jútlandi [...] munnu hava hitt hann á máli í túninum um morgnarnar heimi á Garði. Tað var hugaligt at práta við Pól, meðan hann tókst við neytini har heimi. Nógvar aðrar góðar løtur minnist ein aftur á, t.d. langar sólskinsdagar [...] leiðin gekk annaðhvørt niðan í hagan ella oman. Lættur upp á sporið var hann eisini á ellisárum. Poul hevði sera góðan seyðahug, hann helt á at ganga burtur í haga og røkja, líka til hann var um níti ára
Minnie, hjá Napoleon á Langanesi, men flestu árini mundu vera umborð á Morning Star, sum Petur Thomsen í Heiðunum var skipari á. Tað vóru nógvir, sum vildu hava Róland við sær umborð á skipið, hann var tiltikin [...] bróður, hugsi um tær mongu góðu løturnar, vit báðir høvdu umborð á Bakkafossi, leitaðu eftir brislingi, spenningurin var stórur, tá torvan sást á austikkinum, og tú helt, at vit skuldu kasta. Sum oftast eydnaðist [...] við Annu, dóttir Niklas Thomsen úr Syrðugøtu Tey bygdu sær heim her á Glyvrum. Trúføst hava tú og Rúni staðið um hann hesi árini, heilsan hevur bilað, og hjá tykkum er sorgin og saknurin enn størri. Harrin
fortelja frá, bæði álvara og gaman. Tey seinastu árini var heilsan farin at bila og nú vóru kreftirnar upp, tí eingin yvirlivir deyðan her á fold. Selma gjørdist 81 ára gomul. Tað, sum eg minnist Selmu
fitta Siri! Nú tú ikki kemur aftur í barnagarð, tí tú ert blivin ein eingil hjá Jesuspápa, vilja vit á Títlingastovuni, takka fyri alt tú hevur verið fyri okkum. Minnist tú, tá vit plagdu at klandrast um [...] hvussu góð tú vart við okkum, og allan tann kærleika tú gavst okkum, og goyma tað í hjartanum. Heilsan Títtlingarnir.
nógv saknaður av okkum øllum. Manningini á Hans á Bakka, starvsfelagum á øllum alibrúkunum, sum Snæbjørn regluliga kom til, og starvsfelagum á Bakkafrost sum heild. Men mest av øllum er saknurin hjá tykkum [...] umborð aftur, tá heilsan bleiv betur. Soleiðis bleiv tíverri ikki. Snæbjørn var við at byggja nýggja tænastuskip okkara Hans á Bakka. Hann var saman við Anfinni Dam, maskinstjóra, drúgva tíð á skipasmiðjuni [...] at starvast saman við honum. Tá vit royndu nýggja tøkni við Hans á Bakka - brutu burtur úr nýggjum - var hann góður álitismaður at hava á brúnni, tá ikki altíð gekk eftir vild. Hann fall ikki í fátt, hann
tær og á ongum sinni fara frá tær.” Jesus styrki tykkum við familjum. Eisini mammuna og systrarnar við familjum; Rósing og Niels Jacob við familjum og øllum, sum varða av. Heilsan við áskriftini á blaðnum [...] tosaði hann um, at tá lívsins stormar herja, hava pengar so ómetaliga lítlan týdning. Tá liggja virðini á einum hægri stað. Vit gleddust eisini saman um, at eftir svára sorg, var áræðið og gleðin yvir lívið [...] blaðnum til jarðarferðina, 1. Pætursbræv 5,7: “Kastið alla sorg tykkara á Hann, tí at Hann hevur umsorgan fyri tykkum.” Sólfríð og Ingolf.
ikki at verða til. Tú fórt á sjúkrahúsið og skuldi niður á ríkissjúkrahúsið - tú kom uppaftur og var á hvíldarheiminum og fór heim til Joan, Monrad, Eddi og Hera. Nú lá tú aftur á hospitalinum og tú hevði [...] komst inn á kamarið hjá mær og gav mær boðini, at mostur mín kom suður til Havnar við mammu mínari á hospitalið - mamma var lamin og kundi ikki tosa. Tú segði við meg, at um eg vildi oman á Landssjúkrahúsið [...] Nesvík og tú var við á Zarepta. Seinastu ferð vit vóru á legu var tú so ússalig. Vit gingu túrar heim til klædnaforrætningina og mátti tú seta teg niður at hvíla. Tá vit komu heimaftur á Eirargarð frá Zarepta