Selma giftist við Daniel Jacob (kallaður Dolli) úr Sumba. Hann doyði fyri 14 árum síðan, so hon hevur sitið einkja øll hesi árini.
Selma var ein sjáldsom kona at koma inn til, hon var sera blíð og hon dugdi væl at fortelja frá, bæði álvara og gaman.
Tey seinastu árini var heilsan farin at bila og nú vóru kreftirnar upp, tí eingin yvirlivir deyðan her á fold. Selma gjørdist 81 ára gomul.
Tað, sum eg minnist Selmu eina best, ja ongantíð fari at gloyma, tað var fyri eini gott og væl 58 árum síðan. Eg havi verið um 22 ár, tá hon og ein vinkona stóðu framman fyri talarastólinum í Thabor og sungu fyri fullum húsi. Báðar høvdu sera gott mál.
Tey kvøldini vóru mong eygu vát av gleðistárum av at hoya teirra sangir. Hetta var eisini ein stórur vitnisburður um teirra frelsara Jesus.
Saknurin verður stórur, nú Selma er farin, og er hann serliga stórur hjá teimum trimum børnum hennara og ommubørnunum. Men einaferð koma øll saman aftur, tá tíðin er komin.
Eg haldi at abbabeiggi mín yrkti eitt so vakurt og sigandi ørindi í einum sangi.
Jesus Kristus far ei frá mær!
So eg biði nátt og dag.
Jesus, bróðir! ver tú hjá mær!
Leið meg heim mín síðsta dag.
Guds friður hvíli yvir minni hennara.
Símun P. Poulsen