Í februar andaðist Poul Wang, knappliga 96 ára gamal. Í 1965 komu Pól og Ebba til Hoyvíkar, tí Pól hevði tikið við festinum á Hoyvíksgarði. Pól var íðin at røkja seyð og garð, og garðurin í Hoyvík fekk sera góðan trivnað. Pól og Ebba fluttu ikki inn í gomlu bóndahúsini heimi á garði men í húsini, ið foreldur Ebbu áttu uttan fyri Garðar, og Pól hevði mjólkneytini í gamla fjósinum heimi á Garði. Hetta aldagamla fjós er nú partur av útisavninum hjá Føroya Fornminnissavni.
Pól var ikki borin til garð, hann kom tó at sita á tveimum gørðum. Pól var bóndasonur úr Kaldbak. Hann var sonur Zakaris í Sólgørðum og Marina, ið var bóndadóttir úr Hoyvík. Báðir eldru brøður hansara doyðu á ungum árum, og tískil stóð Pól til festið í Sólgørðum. Hann festi í 1937, og í 1938 giftist hann við Ebbu Simonsen úr Hoyvík, ið var dóttir Súsonnu og Hans Simonsen uttan fyri Garðar. Pól sat við festinum á Sólgørðum í sløk 30 ár. Í 1965 fluttu Ebba og Pól til Hoyvíkar, og Pól gjørdist bóndi á Hoyvíksgarði. Tá tók elsti sonurin Eyðun við festinum í Kaldbak.
Pól var blíður og prátingarsamur. Nógv fólk munnu hava hitt hann á máli í túninum um morgnarnar heimi á Garði. Tað var hugaligt at práta við Pól, meðan hann tókst við neytini har heimi. Nógvar aðrar góðar løtur minnist ein aftur á, t.d. langar sólskinsdagar í hoygging, tá ið Ebba kom út í bøin við drekka, góðar løtur á fjalli og hugnaligar løtur við práti í stovuni hjá Ebbu og honum, har Pól ofta sat og nappaði, tí helst skuldi eingin løta fara til spillis.
Poul gekk burtur í haga, til hann nærkaðist teimum níti, so fóru knøini at bila. Hann gekk á fjall, til hann var knapt 90 ára gamal, og hann helt á at marka øll lombindi, til hann var 91 ára gamal. Tað munnu ikki vera nógvir, ið høvdu gjørt honum tað eftir.
Poul var altíð í góðum lag, bert nívdi tað hann, um seyðurin ikki hevði tað gott, t.d. í ringum kavaveðri. Pól var arbeiðssamur sum fáur, dugdi væl at leggja sær arbeiðið til rættis og fekk tí meiri av skafti enn tey flestu. Prátingarsamur, hugagóður og tíðindafróður, soleiðis minnast vit hann og soleiðis sakna vit hann. Hann setti sítt dám á bygdarlagið uttan fyri Garðar og heimi á Garði. Altíð tókst hann við okkurt, bøtti um jørðina, velti og gekk íðuliga burtur í haga. Altíð sást tú hann fara við stavinum framvið, tá ið leiðin gekk annaðhvørt niðan í hagan ella oman. Lættur upp á sporið var hann eisini á ellisárum. Poul hevði sera góðan seyðahug, hann helt á at ganga burtur í haga og røkja, líka til hann var um níti ára gamal, sjálvt um sonurin Hanus hevði tikið við festinum í 1976. Tá ið sporini gjørdust heldur tung at ganga burtur í haga, gekk hann oman at geva seyðinum, ið gekk úti í Byrgi, t.e. í dalinum millum Byrgistanga og Rógvutanga.
Men seinastu árini versnaði heilsan, og hann kom tí ikki at ragga síni síðstu spor í túnunum í Hoyvík, men kom at vera á røktarheimi nøkur ár. Hann var tó altíð væl hýrdur og hugaligt var at vitja Pól, tí minnini vóru har, og hann plagdi at siga, at hann keddi seg ongantíð, tí hann hevði upplivað so mangt, sum hann kundi minnast aftur á, og tað hevði hann nógva gleði av. Í hugaheimi Póls ráddi tað um at vera virkin og fáa nakað frá hondini, tað gav lívi hansara innihald. Men eisini skuldu vera stundir til at práta og fylgja við í tí, sum hendi uttan um ein. Pól hevði upplivað tvey kríggj og tær risastóru broytingar, ið hendu á landbúnaðarøkinum í seinastu øld. Hann var fyrsti næmingur á Royndarstøðini (1925), og í 1926/27 var hann á Føroya Fólkaháskúla. Í 1932 var hann eitt summar á Sejlstrup gård í Jútlandi. Soleiðis búði hann seg til at verða bóndi. Hann upplivdi, hvussu tað var at reka ein garð, áðrenn nøkur maskinamboð vóru komin higar. Pól keypti tann fyrsta motorlíggjan, ið Føroya Búnaðarfelag hevði at selja, og hann segði, at tað gjørdi undurverk í slóttinum. Pól fór tó ongantíð at nýta mjólkimaskinu, men mjólkaði øll árini við hond. Hann duldi ongantíð fyri, at tað var eitt strævið lív at vera bóndi, og hóast nógv góð tól komu, so mátti arbeiðast kortini. Eftir hansara tykki var fortreytin fyri at vera bóndi at duga við og hava hug til kríatúr. Og tað hevði hann sum fáur.
Takk fyri góð minni.
Guddóttirin