Í hesum døgum verður lagt síðstu hond á fyrireikingarnar til ársins Jólabrell, sum VB skipar fyri. Vágs Høll verður umskapað til ein hugnaligan jólabý, har dentur verður lagdur á jól, samveru og hugna.
Í morgin, fríggjadagin 21. november kl. 16, lata dyrnar upp til Jólabrell í Vágs Høll. Gjøgnum alt vikuskiftið verður høllin fylt við jólahugna, sølubásum og ymsum tiltøkum.
Gestir kunnu vænta tónleikainnsløg og framførslur frá bæði vaksnum og børnum. Jólamenn vitja báðar dagarnar, og leygardagin koma eisini Grinch og Ísdrotningin á vitjan.
Nógv verður at uppliva á økinum. Har verða m.a. barber, list, fotografur til jólamyndir og fjølbroyttir popup-handlar við gávulutum og øðrum spennandi vørum. Eisini verður vaffluhús, matstova og barr, sum verður opið báðar dagarnar.
Fleiri barna- og familjutiltøk eru á skránni, m.a. fiskibrunnur, tombola, ókeypis andlitsmáling og ókeypis teknistova.
Vikuskiftisarmband kostar 100 kr. fyri vaksin og 50 kr. fyri børn í skúlaaldri. Øll, ið keypa atgongumerki, luttaka samstundis í lutakasti um eitt gávukort á 2.000 kr. frá Atlantic Airways.
Jólabrell verður opið frá kl. 16:00 til 21:00 fríggjadag og leygardag frá kl. 14:00 til 21:00.
Hetta er annað árið á rað, at VB skipar fyri Jólabrell.
Fylgið við á facebook síðuni hjá Jólabrellið her.











