alnetið eru markleysir, og nú bjóðar eitt danskt felag eina nýggja tænastu fram. Á www.mindesiden.dk kunnu avvarðandi seta ein gravstein yvir tey, sum eru farin. Møguleiki er at leggja myndir, minningarorð [...] upplýsingar um tey, sum eru farin, á síðuna hjá felagnum av Fjóni. Fyri tveimum vikum síðani greiddu vit frá, at tað bar til at keypa njósnaramyndir yvir alnetið, men hesin nýggi møguleiki er bara ein av [...] kirkjugarðarnir røkka ikki langt út í heim, men tað ger alnetið, og framyvir verður tað kanska líka lætt hjá onkrum skyldfólki í útheiminum at minnast onkran yvir alnetið, sum tað er hjá teimum, sum standa
Kiaumboð í Føroyum er DB-bilar v/ Derek Brockie, og sigur hann, at Kia síðan byrjan í 1944 ongantíð er farið á heysin. ? Men tað rætta í hesum sambandi er, at koreanski Menningarbankin tók yvir fyritøkuna og [...] Group, sum umfatar alt virksemið hjá Hyundai, er nú eisin stóri fyri Kia Motors Corporation. Framleiðslan hjá Kia steðgaði ongantíð á, og Kia Motors heldur nú fram sum sjálvstøðug eind, og nýggju sniðini [...] umframt bilframleiðslu. Her er eitt ótal av feløgum, meðan tað stutta av tí langa er, at fimm undirfeløg hjá Hyundai hava keypt 51% av Kia Motors. Eisini eiga Mazda og Ford nú 20% av partabrøvunum, sigur
ikki hugsa so langt. Annað uppá hvat hendir í lívinum hjá mær. Hvar hevði tú farið um tú ikki slapst her sum tú ert nú ? Helst okkurt innanfyri dýr. Helst hestar (hehe). Ella hevði eg farið til skips við [...] hevði tú farið um tú ikki slapst inn her? Eg hevði eisini valt Sparikassan sum næsta ynski og Fóm sum triðja ynski. Hvussu leingi er ?arbeiðstíðin? hjá tær? Hon er frá 8.00-15.00, hvønn dag. Er tað stuttligt [...] vænti at nógv koma aftaná meg. Hvussu leingi er ?arbeiðstíðin? hjá tær ? Hon er frá 8.00 á morgni og til 14.00 seinnapart. Er tað stutligt at vera her ? Ja, tað er sera stuttligt at vera her. Navn: Tummas
Sjóvar Kommuna er farin undir at bøta um umstøðurnar hjá teimum, sum rógva út av Strondum. Teir fáa nú nýggjar egningaskúrar beint innavert bátahylin. Samlaði kostnaðurin fyri egningaskúrarnar er settur til [...] til 1,8 millión, tá liðugt er. Tummas Johannesen, tekniskur leiðari hjá Sjóvar Kommunu, sigur, at arbeiðið er farið í gongd. Tað er smápartafelagið Sandur Danielsen á Strondum, sum skal gera nýggju egni [...] egningaskúrarnar. Talan er um níggju skúrar, sum fara at fevna um eina samlaða vídd upp á 286 fermetrar, sigur Tummas Johannesen. Hvør skúrur fer at hava egna fyrstigoymslu, sigur hann. Ein av skúrunum fer
Kallsberg, løgmann, er hetta at fara út um mark. Hann metir prátið hjá Heðini Mortensen við Dimmalætting vera eitt brot á tagnarskylduna í sambandi við viðgerðina av uppritinum til samráðingarnar um ríkisrættarligu [...] uttanlandsnevndini. Panikkur í landsstýrinum Heðin Mortensen heldur, at kæran um seg heilt greitt sýnir okkum, at tað nú er komin panikkur í landsstýrissamgonguna í sambandi við fullveldismálið. Í sama [...] havi sagt, er als ikki nøkur avdúkan av, hvat stendur í uppritinum. Hatta er nakað, almenningurin kann lesa í samgonguskjalinum, í Hvítubók, á Fullveldisheimasíðuni og í kunningarskjalinum, sum er sent fó
vinnumálum um semingsstovn. Tað, sum øsir fakfeløgini, er reglan um, at tað í góðari tíð skal boðast frá arbeiðssteðgi. - Løgtingið skal halda fingrarnar langt burtur frá slíkum, tí hatta er ein samráð [...] Arbeiðsgevararnir høvdu hatta við til seinastu samráðingar, men vit vildu ikki vita av tí. Um nú løgtingið samtykkir hatta, er tað tað sama sum at taka tenninar úr okkum. Løgtingið skal geva pørtunum á arbeiðs [...] niður. - Tað má ikki enda við, at vit fáa fleiri milliónir krónur í eykarokningum, men nú skuldi verið klárt at farið í gongd, sigur Hans Joensen. Fingrarnar vekk Eitt evni, sum upptekur Hans Joensen nógv
virksemi í húsinum var tyngd av stórari skuld fyri umbyggingina. Nú er fíggjarligi parturin av húsinum fingin upp á pláss, men enn er ikki farið undir biograf aftur, hóast hetta hevur verið eitt av endamálunum [...] nágreiniligar frágreiðingar um seyðahald, fisk ella bygdamenning, verður bilsin. Burturhugur er øðrvísi á tann hátt, at hann fer heilt tætt at fólkunum, letur tey sjálv siga frá um tankar, dreymar, ótta, [...] hevur gjørt, og yrkingum, sum Tóroddur Poulsen hevur skrivað til filmin. Ikki regluligt enn Tað er nú langt síðani, at regluligar filmssýningar vóru í Atlantis. Tá umvælda mentanarhúsið lat upp var biog
seg til einstøku teinarnar á leiðini. Tað er fyritøkan Vilt, ið stendur á odda fyri tiltakinum, nú boðað er frá, at 2009 er rørsluár, og meira fæst at vita um kappingina á heimasíðuni www.vilt.fo. Til [...] Rennitiltakið Vilt de Suðuroy er renning úr Sumba til Sandvíkar, sum tó ikki er í einum, tí hugni, matur og gisting er partur av tiltakinum, ið er frá 3. apríl til 5. apríl. Eisini verður ein heilsugudstænasta [...] ganga teinarnar, og bussur fylgir við, um onkur legst fyri. Fyrireikararnir siga, at talið á rennarum er størri enn mett, og hetta fegnast teir um. Eisini gleðast teir um, at starvsfólkið á Strandferðsluni
málið er farið ov langt. Onkur hevur mælt til, at útlendingamál verða yvirtikin sum føroysk sermál, fyri at skil aftur kann fáast á hesum viðurskiftunum, men tað loysir ongan trupulleika. Sum longu er víst [...] víst á, so er tað ikki lógin, sum er trupulleikin, men einans ein partur av umsitingini. Líkamikið hvussu vit orða eina lóg, so fæst hon ikki at virka, um partarnir í málinum ikki fáast at samstarva. Hetta [...] Hetta er enn eitt dømi um, at samstarv er vegurin fram.
til Føroysku málnevndina fyri at vissa okkum um, at orðið er kynsneutralt og also umfatar bæði kvinnur og menn. Eisini halda vit, at orðið er snøgt, og hartil er tað eisini lætt at brúka á til dømis heimasíðuni [...] lufta síni undran yvir, at Málnevndin heldur tað vera í lagi at brúka hetta orðið. Fyribils hevur »Manntal 2011« tó ongar ætlanir um at broyta heitið. Og hóast Øssur Winthereig er greiður yvir, at øll ikki [...] hugsan um orðið 'manntal'. Í skrivi til »Manntal 2011« frá juni mánað gjørdu feløgini greitt, at tey mettu orðið 'manntal' vera sera óheppið, tí tað ekskluderar heldur enn inkluderar, tá talan er um fólk