Søgur hava gingið um - eisini her í Føroyum - at Kiaverksmiðjan í Korea var farin á heysin, og at eingi nýggj snið fóru at koma á marknaðin, eins og tað fór at verða ógjørligt at útvega eykalutir.
Men hetta eru eftir øllum at døma bert søgur.
Kiaumboð í Føroyum er DB-bilar v/ Derek Brockie, og sigur hann, at Kia síðan byrjan í 1944 ongantíð er farið á heysin.
? Men tað rætta í hesum sambandi er, at koreanski Menningarbankin tók yvir fyritøkuna og seldi 1. desember 51% av partabrøvunum aftur til Hyundai, sigur Derek Brockie.
Stjórin í Hyundai Group, sum umfatar alt virksemið hjá Hyundai, er nú eisin stóri fyri Kia Motors Corporation.
Framleiðslan hjá Kia steðgaði ongantíð á, og Kia Motors heldur nú fram sum sjálvstøðug eind, og nýggju sniðini rulla út av verksmiðjuni samsvarandi tíðarætlanini.
Hyundai rekur eitt sera stórt heimsumfatandi virksemi innan skipasmíð, tungan verksmiðjuídnað og oljuvirksemi, umframt bilframleiðslu. Her er eitt ótal av feløgum, meðan tað stutta av tí langa er, at fimm undirfeløg hjá Hyundai hava keypt 51% av Kia Motors. Eisini eiga Mazda og Ford nú 20% av partabrøvunum, sigur Derek Brockie.
At Ford keypti seg inn var av handilsligum orsøkum, meðan tað er eyðsýnt, hví Mazda slapp sær upp í part. Kia bilarnir eru í veruleikanum Mazda bilar, sum eru framleiddir upp á licens í Korea. Sniðini eru koreansk, men allir Kia-bilarnir, sum t. d. koyra í Føroyum, hava motor, gearkassa og mestu aðra tekniska útgerð frá Mazda. Harumframt framleiðir Kia árliga 250.000 bilar fyri Ford til lond eystanfyri og Australia.
Kia var fyrsti bilframleiðari í Korea. Kia byrjaði at framleiða bilar í 1944, men gjørdist kent um allan heim við framleiðslu av súkklum, motorsúkklum, smáum bussum og trukkum, áðrenn bilarnir gjørdust kendir. Tað eru bert fá ár síðani, at Kia fór at framleiða bilar til altjóða marknaðin. Hetta hendi m. a. eftir avtalu við Mazda. Kia framleiðir yvir eina miljón akfør um árið. Menningardeildirnar hjá Kia liggja í Detroit, Los Angeles og Tokyo.
Onnur nýggj snið eru komin til Føroya fyri stuttum, og um stutta tíð koma fleiri, sigur Derek Brockie, stjóri á DB-bilum við Sosialin.










