»Í uppritinum eru ov nógvir leysir endar. Vit fáa púra greitt at vita, at tað er fullveldinum, landsstýrið fer eftir. Men vit fáa ikki at vita, hvussu long eins skiftistíð skal vera.«
Hetta segði Heðin Mortensen, tinglimur Sambandsfloksins og limur í uttanlandsnevndini, í samrøðu við mikudagsútgávuna av Dimmalætting í sambandi við fundin í uttanlandsnevndini fyrrapartin týsdagin.
Tá Heðin Mortensen kom við hesari útsøgn, roknaði hann ikki við, at hon fór at fáa avleiðingar fyri hann, tí hetta var ikki meira enn tað, sum fleiri ferðir áður var komið fram í fjølmiðlunum.
Men fyri Annfinn Kallsberg, løgmann, er hetta at fara út um mark. Hann metir prátið hjá Heðini Mortensen við Dimmalætting vera eitt brot á tagnarskylduna í sambandi við viðgerðina av uppritinum til samráðingarnar um ríkisrættarligu støðu Føroya. Tí sendi hann seinnapartin mikudagin løgtinginum skriv, har hann kærir Heðin Mortensen fyri at hava brotið tagnarskylduna. Eisini vísti løgmaður frá tingsins røðarapalli á, at hann metti leka vera í uttanlandsnevndini.
Panikkur í landsstýrinum
Heðin Mortensen heldur, at kæran um seg heilt greitt sýnir okkum, at tað nú er komin panikkur í landsstýrissamgonguna í sambandi við fullveldismálið. Í sama sambandi vísir hann eisini á almenna brævið, Høgni Hoydal sendi Jóannesi Eidesgaard í vikuskiftinum.
? Tað sýnist, sum landsstýrið roynir at finna nakrar syndabukkar at tveita skuldina á, um fullveldissamráðingar teirra við donsku stjórnina miseydnast. Men eg ætli mær ikki at góðtaka at verða gjørdur til syndabukk, og tí er seinasta orðið ikki sagt frá mínari síðu í sambandi við ógrundaðu kæruna, staðfestir Heðin Mortensen.
? Eg eri endurginvin rætt í Dimmalætting, men tað, sum eg havi sagt, er als ikki nøkur avdúkan av, hvat stendur í uppritinum. Hatta er nakað, almenningurin kann lesa í samgonguskjalinum, í Hvítubók, á Fullveldisheimasíðuni og í kunningarskjalinum, sum er sent fókatingslimum. Tí er tað púra burturvið at ákæra meg fyri at hava brotið mína tagnarskyldu í hesum sambandi.
Heðin Mortensen heldur, at løgmaður og varaløgmaður nú eru farnir at síggja trøll við fleiri høvdum á alljósum degi, tá teir kunnu finna uppá at koma við so mikið ógvusligum skuldsetingum um smálutir, sum teir eru komnir við móti Jóannesi Eidesgaard og sær seinastu vikuna.
Heldur lekan vera í Tinganesi
Í sambandi við viðgerina av fullveldismálinum eru partar av uppritinum, landsstýrið hevur latið uttanlandsnevndini í trúnaði, vorðnir almannakunngjørdir í fjølmiðlunum.
Men Heðin Mortensen vissar um, at einki skrivligt tilfar er likið út frá honum. Hann vísir tvørturímóti á, at lekin eins væl kann vera í landsstýrinum.
? Vit vita jú, at bæði Hvítabók og Hernaðarfrágreiðingin vórðu almannakunngjørdar í fjølmiðlunum langt áðrenn løgmaður ætlaði sær at almannakunngera tær. Sostætt fekk allur heimurin høvi at seta seg inn í málini, áðrenn tinmenn yvirhøvur høvdu fingið frágreiðingarnar í hendi.
Hetta, heldur Heðin Mortensen, gevur okkum greiðar ábendingar um, at lekin møguliga finnist í Tinganesi, og heldur hann, at løgmaður heldur eigur at leggja seg eftir at finna hendan lekan, í staðin fyri at ógrundað at kæra uttanlandsnevndarlimir.
Heðin Mortensen sigur at enda, at hann metir løgmann hava ein stóran trupulleika at greiða Føroya fólki frá, hvat gongur fyri seg her á landi fyri tíðina.