Sjóvar Kommuna er farin undir at bøta um umstøðurnar hjá teimum, sum rógva út av Strondum. Teir fáa nú nýggjar egningaskúrar beint innavert bátahylin. Samlaði kostnaðurin fyri egningaskúrarnar er settur til 1,8 millión, tá liðugt er.
Tummas Johannesen, tekniskur leiðari hjá Sjóvar Kommunu, sigur, at arbeiðið er farið í gongd. Tað er smápartafelagið Sandur Danielsen á Strondum, sum skal gera nýggju egningaskúrarnar.
Talan er um níggju skúrar, sum fara at fevna um eina samlaða vídd upp á 286 fermetrar, sigur Tummas Johannesen. Hvør skúrur fer at hava egna fyrstigoymslu, sigur hann. Ein av skúrunum fer at vera eitt sindur størri enn hinir. Soleiðis hálvaaðru stødd ella so. Har skal wc og talvurúm gerast, sigur tekniski leiðarin hjá Sjóvar Kommunu.
Skúrarnir skulu leiðgast út til útróðrarmenninar á Strondum. Tað eru fleiri bátar, sum rógva út av Strondum. Teir flestu eru smáir bátar, har ein maður vanliga er við. Um teir ætla at taka seg saman og leiga skúr í felag, ber tað eisini til, sigur hann. Teir, sum fara at brúka skúrarnar, skulu gjalda fyri leigu og elnýtslu.
Tað er eingin fiskamóttøka á Strondum, men tað bilar einki, siga strandingar. Tí stutt er yvir á Toftir, og har plaga teir vanliga at sleppa av við fisk.