Rennitiltakið Vilt de Suðuroy er renning úr Sumba til Sandvíkar, sum tó ikki er í einum, tí hugni, matur og gisting er partur av tiltakinum, ið er frá 3. apríl til 5. apríl. Eisini verður ein heilsugudstænasta í Hvalba sunnudagin.
Fýra teinar eru á skránni og eru teir tilsamans 45 kilometrar. Teinarnir eru 12 kilometrar úr Sumba til Vágs, níggju úr Vági til Hovs, aftur níggju úr Hovi til Trongisvágs og so at enda 15 kilometrar úr Trongisvági til Sandvíkar.
Tað eru yvir 60 rennarar, ið hava teknað seg til hetta vikuskiftistiltakið, men enn ber til at tekna seg, ella at møta upp ein hálvan tíma, áðrenn farið verður undir ymsu teinarnar. Til ber nevniliga at tekna seg til einstøku teinarnar á leiðini.
Tað er fyritøkan Vilt, ið stendur á odda fyri tiltakinum, nú boðað er frá, at 2009 er rørsluár, og meira fæst at vita um kappingina á heimasíðuni www.vilt.fo. Til ber at renna og at ganga teinarnar, og bussur fylgir við, um onkur legst fyri.
Fyrireikararnir siga, at talið á rennarum er størri enn mett, og hetta fegnast teir um. Eisini gleðast teir um, at starvsfólkið á Strandferðsluni, ið hevur tikið rørsluárið í álvara, hevur teknað seg til Vilt de Suðuroy.