skuldu nýta hesar 60 minuttirnar til óneyðugt fjant og fjast, og fóru tær tí beinanvegin til verka. Beinan vegin vunnu tær sær eina hampuliga trygga leiðslu, og tá farið var til hálvleiks, var eingin sum helst [...] hetta var, at hon hevði fingið ein heldur harðan stoyt, og tí var forðin nakað eym í rygginum. Sunnudagin var hon tó aftur at síggja á vøllinum, og hennara partur lá so ikki eftir, tá dysturin var liðugur [...] 2, Una Olsen 2, Ragna Andreasen 2 Brotskøst: Tjaldur 3, Stjørnan 7 Útvísingar: Tjaldur 8, Stjørnan 1 Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen
m, og hóast Artur varð mansvardur so at siga alla tíðina, tóktist hetta ikki at nerva heimaliðnum nakað serligt. Í seinna hálvleiki gekk tó meira striltið, og spakuliga komu hoyvíkingarnir nærri og nærri [...] Skipagøta leikti ein góðan dyst, og mundi hann eisini vera høvuðsorsøkin til, at H71 kom rættuliga við aftur í dystinum. Liðið telur tó fleiri aðrar evnaríkar leikarar, og verður liðið eitt sindur betri [...] trúð, at talan í hesum førinum var um ein lættan dyst fyri strandingar, men við tað at bæði Jónleif og Alexandur vegna skaða vóru sera ivasamir undan dystinum, væntaðu flestu leikararnir, at talan fór at
knø, fótlið og ryggur ikki verða overvað, tí hóast tað onkuntíð kann vera eitt sindur strævið og tungt, so ber altíð til at sita og súkkla víðari, tá leiðbeinarin gevur boð um at standa uppi og súkkla ella [...] »konufólkaítrótt«, umframt (og kanska einamest) at hetta setir stór krøv til rørslur og motorik, og vilja menninir helst ikki vera til rukku, tá teir soleiðis skulu standa og dansa á gólvinum. Harumframt [...] hevur verið bæði aerobic- og spinning vegleiðari, og sum dømi um at øll kunnu íðka hetta ítriv nevnir hon, at hon eisini hevur havt lið við rørslutarnaðum fólkum, og hava hesi fingið nógva nýttu burtur úr
Ólavur vann í roynd og veru talvið í byrjanini. Steintór Rasmussen ætlar sær at vinna øll talvini í ár, og hesaferð varð tað Gutti Petersen sum varð við sviðið soð. Gutti fór í longu borg og skjótt peikaði [...] botninum, og eru teir fullmannaðir, ja so kann talan vera um eitt triðja pláss hjá teimum tá alt er avtornað. Næsta umfar verður avgerandi, tí tá bresta klaksvíkingar og havnarmenn saman í Klaksvík, og tá vilja [...] 3. deild Bert ein dystur í triðju deild varð hetta vikuskifti, og hann var millum Havnina 4 og Klaksvík. Havnarmenn vunnu heili 4-0, og hava tískil lagt seg klárt á odda í deildini. Havnarmenn høvdu styrkt
1.e4 d6 2.d4 Rif6 3.Bd3 (Betri og vanligari er 3.Ric3) g6 4.f4 Bg7 5.Rif3 0-0 (5...d5 6.e5 Rie4 7.Ribd2=) 6.h3 (Kontrollerar g4) 6...c5 7.c3 cxd4 8.cxd4 b5!? (8...d5 9.e5 Rie4 10.Fb3=) 9.Fe2 a6 10.0-0 [...] møguleikan 15...Rixg4+ 16.hxg4 Bxg4-+ og svartur vinnur) 16.dxe5 (Betri er 16.fxe5 dxe5 17.d5 Rid4 18.Rixd4 exd4) 16...dxe5 17.Be3 Rid4 Riddarin dominerar sentrum (17...Rid7 18.Rac1 exf4 19.Bxf4=) 18.Bxd4 exd4 [...] Kg2 Re2+ (33...cxd2 er nógv veikari 34.Rd1 Re2+ 35.Kg3-+) 34.Kg3 cxd2-+) og Torkil gavst 0-1 Viðmerkingar: Fritz 5.32, Rani Nolsøe og Carl Eli Nolsøe Samuelsen
treytunum í øðrum londum og hava so funnið eina skipan, sum verður mett at hóska til okkara viðurskifti. Henda skipan - skilst - skal vera góð og rættvís mótvegis bæði landskassanum og oljufeløgunum. Skatturin [...] áhugavert at hugt at, hvussu samlaða oljuskatta- og avgjaldsmyndin sær út: Oljufeløgini koma at rinda 2% í framleiðslugjaldi (royalty), síðani 27% í partafelagsskatti og loksins ein serskatt, sum er í trimum stigum [...] við Foinaven, ið er uppá 250 mill. tunnur, og oljuprísurin er 17 dollarar, so kann tað geva landskassanum í mesta lagi einar 800 mill. kr. um árið ella einar 7 mia. kr. tilsamans fyri alla livitíðina, sum
útsynningi og ælingur, partvís heglingur og hitin millum 2 og 5 stig. Veðrið mikudagin: Hvassur vindur av vestri, seinni av útnyrðingi og vátakava- ella kavaælingur. Hitin millum frostmarkið og 3 stig. Veðrið [...] Hitalagið millum ÷2 og +1 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og yvirhøvur turt og sólglottar, men sum frálíður támut veður. Hitin kemur upp í 4 til 7 stig. Í gjár: [...] lágtrýst vestanfyri Ísland fer í landnyrðing. Í dag: Eitt nýtt lágtrýst vestanfyri Ísland fer eystureftir og gevur sum frálíður høgætt við kaldari veðri.
hjá samgonguni og so uppskotið frá kommunubólkinum hjá Elifi Samuelsen. Tað er einki at ivast í, at Hans í hvørfall partvís hevur rætt í hesum, og henda kritikkin mugu vit sum tingmanning og vit sum starvsnevnd [...] ð øki. Játtanin til allar flokkar er í dag 2,7 mió. kr., og til samanberingar kann eg nevna, at DSU í Danmark hevur ein rakstur uppá eitt stað millum 8 og 9 mió. kr. Eitt uppskot um at hækka játtanina [...] sum síðan er viðgjørt av floksleiðsluni og samtykt av landsfundi floksins. Men síðan er sambært Hans ov lítið hent við at fáa henda boðskapin út millum manna, og tað tykist sum um, at bert tvey uppskot
Sosialinum 7. januar 2000 setur Kristian Magnussen, løgtingsmaður undirritaða henda fyrispurning: Hevur ein landsstýrismaður loyvi til at lýsa kunngerðir um t.d. stuðul eftir forsorgar- og almannapens [...] til at geva løgtinginum álit í uppskotunum til árligu fíggjarlógina og eykajáttanarlógir, sum lagdar verða fyri tingið í árinum, og annars í bráfangisførum at veita eykajáttan við teim sokallaðu fíggj [...] anarlógini § 45 stk. 2 fara ígjøgnum árliga landskassaroknskapin og ansa eftir, at allar inntøkur landsins eru settar í roknskapin, og at eingin útreiðsla er goldin uttan heimild í fíggjarlógini ella aðrari
løtuni fáa vit einar 7-8 krónur meiri fyri kilo. ? Hevði tað verið øvugt, at okkara marknaður var tann veikari, og teirra tann sterkari, var kanska lítil og ongin prísmunur á føroyskum og norskum saltfiski [...] stilt um summarið og tað kann blíva púra deytt fyri saltfisk. Hetta kemur av, at tá ið prísirnir eru so høgir sum teir eru, hava teir, sum keypa saltfiskin lítlan og ongan vinning og tí vilja teir ikki [...] krónur fyri saltað toskafløk og tað ger, at at allur stórur toskur verður tikin at salta. Hetta hava norðmenn uppfatað sum um vit fáa yvir 70 krónur fyri saltfisk yvirhøvur og tað trúgva teir onki uppá,