Tey spinna yviri við Strond

Spinning er heitið á einum nýggjum slag av kropsvenjing, sum millum annað er ein góð hjálp, um tú hevur ætlanir um at missa nøkur kilo, umframt at tað eisini er góð venjing hjá væl vandum ítróttarfólkum

Eftir at føroyingar í fleiri ár hava havt møguleikan at venja aerobic, tá venjingin skal gerast betur, ella tá óneyðugu kiloini skulu tveitast av kroppinum, verður enn ein møguleiki á marknaðinum innan heilt stutta tíð.

Yviri við Strond heldur Yndi til, og har hevur Liselotte Nymark Jensen seinastu dagarnar greitt komandi føroyskum leiðbeinarum frá, hvussu farast skal fram, tá næmingarnir skulu »spinna«.


Vælumtókt í Danmark

Spinning er eitt frítíðarítriv, sum í londunum kring okkum er vorið sera væl umtókt seinastu árini, og til tess eru fleiri orsøkir.

Liselotte greiður frá, at ein av høvuðsorsøkunum til stóru undirtøkuna er, at øll kunnu vera við á hesum súkklum, líkamikið hvussu góð ella vánalig venjingarstøðan er.

Eisini er venjingin sera væl egnað, tá tað ræður um at klænka seg, við tað at brenningin í kroppinum er stór, tá súkklað verður.

Harumframt hevur súkklingin tann fyrimunin, at knø, fótlið og ryggur ikki verða overvað, tí hóast tað onkuntíð kann vera eitt sindur strævið og tungt, so ber altíð til at sita og súkkla víðari, tá leiðbeinarin gevur boð um at standa uppi og súkkla ella okkurt tílikt.

Tólið, sum súkkla verður á, er álíkt eini vanligari kondi-súkklu, men við tað at skapið er eitt sindur øðrvísi, verða íðkararnir noyddir at nýta vøddarnar eitt sindur øðrvísi, og tað er júst hetta sum ger, at brenningin gerst so stór.

Tað krevur eitt sindur av venjing og teknikki, áðrenn brenningin gerst rættuliga effektiv, men hetta er skjótt at læra greiður Liselotte frá.

Meðan súkklað verður, ljóðar discotónleikur alla tíðina, og hetta er eisini við til at stimbra undir íðkararnar, við tað at hesir av sær sjálvum fara at trampa í takt við tónleikin.

Liselotte greiddi okkum at enda frá, at hon seinastu 7 árini hevur verið bæði aerobic- og spinning vegleiðari, og sum dømi um at øll kunnu íðka hetta ítriv nevnir hon, at hon eisini hevur havt lið við rørslutarnaðum fólkum, og hava hesi fingið nógva nýttu burtur úr venjingunum.


Fleiri mannfólk

Yndi er eitt sonevnt aerobic-studio, har føroyingar seinastu níggju árini hava havt møguleika at vant og klænkað likam síni, bæði við at ganga til aerobic og ballett.

Elsa Maria Bærendsen frá Yndi greiður frá, at undirtøkan so at siga hevur verið góð alla tíðina, men sjálvsagt hava nøkur upplop verið av og á.

Orsøkin til at hon nú fer í holt við at hava lið í spinning er, at hetta ítriv er vorið sera væl umtókt í londunum uttan um okkum, eins og hon helt, at tað er tørvur á einum størri útboðið av kropsvenjingum í Føroyum.

Eisini vónar hon, at tað við hesum verða fleiri mannfólk, sum leggja leiðina framvið hølunum, við tað at mannfólk ofta halda seg aftur við at fara til aerobic. Bæði tí hetta av mongum verður mett sum ein »konufólkaítrótt«, umframt (og kanska einamest) at hetta setir stór krøv til rørslur og motorik, og vilja menninir helst ikki vera til rukku, tá teir soleiðis skulu standa og dansa á gólvinum.

Harumframt hevur spinning so eisini tann fyrimun, at øll kunnu vera við, og er tí eingin orsøk til at halda seg aftur, um tú heldur at venjingarstøðan ikki er nóg góð.


Sveittin kemur fram

Hvussu er og ikki, so er í øllum førum líkt til, at talan er um sera harða venjing. Millum teirra, sum luttóku á skeiðnum hjá Liselotte vóru m.a. onkrir av fremstu súkklarum okkara, og sambært teimum, so var talan um ein sera góðan venjingartíma, har teir rættuliga fingu nýtt væl vandu beinini.

Serliga um veturin hildu teir, at hetta var ein góður háttur at venja upp á, tí tá fleiri eru saman, verður av sær sjálvum lagt meira fyri, enn um ein einsamallur heima á kondi-súkkluni, hildu teir.

Hóast hesir væl vandu menn tóktist hava tað sera strævi, so er hetta tó fyri ein part teirra egna skuld, tí ert tú ikki millum teirra, sum plaga at súkkla fleiri kilometrar um dagin, ber sjálvandi til at minka um mótstøðuna frá súkkluni, soleiðis at tú skalt nýta nógv minni orku til at fáa hjólið at mala.

Sum sagt, so nýtist tær ikki at vera í góðari venjing ella at duga at dansa fyri at kunna »spinna«. Elsa Maria greiður frá, at einasta útgerðin tú skalt hava við er eitt handklæiði umframt eitt ílat at hava vatn í, tí tað er sikkurt og vist at sveittin kemur fram.