Í grein í Sosialinum 7. januar 2000 setur Kristian Magnussen, løgtingsmaður undirritaða henda fyrispurning:
Hevur ein landsstýrismaður loyvi til at lýsa kunngerðir um t.d. stuðul eftir forsorgar- og almannapensiónslógini, tá ið hesar kunngerðir væntast at viðføra eykaútreiðslur fyri landskassan fyri verandi fíggjarár uppá í minsta lagi kr. 5 - 6 mió, og hesin peningur ikki er avsettur á fíggjarlógini ella umbiðin/játtaður í eykajáttanarlóg ?
Í viðmerkingunum til spurningin, vísir Kristian Magnussen til kunngerð nr. 101 frá 20.12.1999 um stuðul til hjálparráð, har ásett er, at stuðul (upp til 1870 kr/mðr.) kann tillutast persónum millum 18 og 67 ár, sum fáa avlamisveiting, men sum missa hesa sum avleiðing av løgtingslóg um almannapensiónir o.a. Eisini nevnir KM aðrar líknandi kunngerðir, sum landsstýrismaðurin hevur í ætlan at fremja.
Til fyrispurningin
skal viðmerkjast:
Fíggjarnevndarformaðurin hevur uppgáva at taka sær av leiðsluni av arbeiðnum í fíggjarnevndini. Arbeiði fíggjarnevndarinnar snýr seg í høvuðsheitinum um at taka støðu til at geva løgtinginum álit í uppskotunum til árligu fíggjarlógina og eykajáttanarlógir, sum lagdar verða fyri tingið í árinum, og annars í bráfangisførum at veita eykajáttan við teim sokallaðu fíggjarnevndarskjølunum.
Í høvuðsheitunum hava løgtingsgrannskoðararnir eftirlitið við, at stýrisskipanarlógin § 43 stk. 2, um at eingin útreiðsla má verða goldin uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður.
Løgtingsgrannskoðararnir skulu sbr. stýrisskipanarlógini § 45 stk. 2 fara ígjøgnum árliga landskassaroknskapin og ansa eftir, at allar inntøkur landsins eru settar í roknskapin, og at eingin útreiðsla er goldin uttan heimild í fíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg.
Eisini kann spurningurin leggjast fyri landsstýrismálanevndina, sum sbr. stýrisskipanarlógina § 38 hevur eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt.
Vísandi til nevndu ásetingar, fer undirritaði tí ikki at greina setta spurningin nærri, men mælir Kristian Magnussen til at reisa málið antin í landsstýrismálanevndini ella hjá løgtingsgrannskoðarunum, har hann í báðum førum er limur.
Halda játtanir
Alment kann annars sigast um spurningnin, at ein landsstýrismaður hevur skyldu til at halda givnar játtanir í fíggjarlógini ella eykajáttanarlóg sbr. stýrisskipanarlógini § 43 stk. 2. Landsstýrismaðurin hevur sostatt einsamallur ábyrgdina av, at givnar játtanir halda.
Sær landsstýrismaðurin, at givin játtan ikki fer at halda, liggur rættarlig skylda á honum alt fyri eitt at steðga nýtsluni soleiðis, at hon ikki fer upp um givnu játtanina.
Í slíkum føri skal landsstýrismaðurin:
?taka av kunngerð, sum gevur borgaranum rættarkrav uppá ávísa peningaupphædd,
?leggja fyri løgtingið uppskot um broytingar í lóggávuni, so borgarin ikki hevur somu rættarkrøv, ella
?leggja uppskot til eykajáttanarlóg fyri løgtingið, soleiðis at játtan fer at svara til nýtslu.
Verða hesar ásetingar fylgdar, fæst neyðuga gjøgnumskygnið í nýtslu landskassans. Niðurstøðurstøðan er eisini, at tað er eitt lógarkrav, at lógarbundnar útreiðslur altíð skulu síggjast á fíggjarløgtingslógini ella á eini eykajáttanarlóg.
Vinaliga
Bjarni Djurholm









