Prísurin hækkaður 15 kr. seinastu tvey árini

Prísurin á saltfiski eru sera høgir og tað er onki sum bendir á, at prísurin fer at lækka aftur enn

Prísurin á saltfiski eru farnir einar 15 krónur upp bara hesi seinastu tvey árini. Og tað er onki, sum bendir á, at hann fer niður aftur enn.

Eisini Rói Egholm, stjóri á fiskasøluni Farex staðfestir, at prísurin á føroyskum saltfiski er so høgur sum ongantíð fyrr.

Í seinastuni hevur verið eitt sindur av kjaki um prísirnar á saltfiski og ikki minst hevur tað vakt ans í Noregi, at vit fáa so góðan prís fyri okkara saltfisk.

Eitt nú hevur stjórin á Fiskasøluni greitt frá, at vit fáa upp til yvir 70 krónur fyri saltað toskafløk og tað ger, at at allur stórur toskur verður tikin at salta.

Hetta hava norðmenn uppfatað sum um vit fáa yvir 70 krónur fyri saltfisk yvirhøvur og tað trúgva teir onki uppá, tí sjálvir fáa teir ikki meiri enn gott helvtina.

Í Fiskaren fríggjadagin siga teir, at teir kunnu góðtaka ein prísmun uppá einar 8-10 krónur fyri kilo, tí tann føroyski fiskurin er betri enn tann norski.

Stjórin á Fiskasøluni var ikki at hitta í gjáramorgunin.

Men á eini aðrari fiskasølu, Farex, sigur Rói Egholm, at tað er ein misskiljing um tað er fatað so, at vit fáa yvir 70 krónur fyri kilo yvirhøvur.

Tann saltfiskurin, sum kann koma upp um 70 krónur fyri kilo, eru bara tey størstu fløkini.

Og nøgdirnar av tí eru so smáar, at tað kann ikki brúkast sum miðalprísur.

Tó ásannar hann, at prísurin á saltfiski er sera høgur.

Men tað er stórur munur á flaktum fiski og á fløkum.

? Á góðum, flaktum fiski er miðalprísurin til fiskavirkini einar 40 krónur fyri kilo.

Á fløkum er miðalprísurin á umleið 60 krónur fyri kilo.

Og tað er avbera góður prísur.


Okkara marknaður er sterkari

Rói Egholm sigur, at tað skerst ikki burtur, at miðalprísurin á føroyskum fiski er betri enn á tí norska.

Vanliga er prísmunurin einar 4-5 krónur, sum vit fáa meiri fyri saltfiskin enn norðmenn fáa.

Og í løtuni er prísmunurin enn størri enn vanligt.

? Hetta kemst av, at vit hava ein fisk, sum er betri.

? Vit hava eina vøru, sum er sera væl hóskandi til tann spanska marknaðin. Og júst tann spanski marknaðurin er ógvuliga sterkur í løtuni.

? Hinvegin hava norðmenn arbeitt meiri á portugisiska marknaðinum, sum er heldur veikari í løtuni.

Hetta ger, at í løtuni fáa vit einar 7-8 krónur meiri fyri kilo.

? Hevði tað verið øvugt, at okkara marknaður var tann veikari, og teirra tann sterkari, var kanska lítil og ongin prísmunur á føroyskum og norskum saltfiski.

? So í løtuni er støðan eitt sindur serlig, leggur Rói Egholm afturat.


Føroyski fiskurin betri

Hann sigur, at okkara fiskur er tann betri fiskurin til tann spanska marknaðin.

? Okkara saltfiskur er hvítari, tjúkkari og treystari. ? Men vit skulu heldur ikki gloyma, at okkara fiskur hevur tann fyrimun framum tann norska, at tað er nógv betri fiti ímillum skræðuna og sjálvan fiskin. ? Tað ger fiskin nógv betri at gera sós útá. Og tað er er nakað, sum hóvar spaniólum, tí sós er júst nakað, sum teir leggja stóran dent á.

Men hann leggur afturat at vit skulu heldur ikki gloyma, at hesi seinastu árini eru føroyingar eisini blivnir nógv kringrari at salta fisk enn vit hava verið og tað ger sjálvandi eisini sítt.

? Tað kemur fyri ein part av, at vit eru farin at seta seta krøv til rávøruna og at keypa tann góðan fiskin at salta. Áður hava vit, grovt sagt, bara salta tað, sum ikki kundi brúkast til nakað annað.

? Harafturat hava vit fingið virki, sum burturav arbeiða saltfisk.

? Tað ger, at arbeiðsfólkið verður nógv kønari, og tað sæst aftur á úrslitinum.


Útlitin óviss

Rói Egholm sigur, at tað er ilt at spáa um framtíðina. Men útboðið av fiski er nógv minkað og tað skumpar undir prísin.

Hann sigur, at hetta til páskir eru onki sum bendir á, at prísurin fer at fella aftur.

Beint í løtuni er marknaðurin eitt sindur slakur, men tað er vanligt í januar mánaða og kann ikki takast sum ein ábending um gongdina framyvir. Og til páskir er onki sum bendir á, at prísurin fer at fella.

? Spurningurin er meiri so, hvat fer at henda eftir páskir.

? Tí aftaná, at prísirnir hava verið sera høgir ein vetur sum nú, hava vit viðhvørt sæð, at marknaðurin leggur heilt stilt um summarið og tað kann blíva púra deytt fyri saltfisk.

Hetta kemur av, at tá ið prísirnir eru so høgir sum teir eru, hava teir, sum keypa saltfiskin lítlan og ongan vinning og tí vilja teir ikki keypa innundir seg til næsta vetur.

Tað hava teir annars gjørt viðhvørt onnur ár, tá ið prísirnir hava verið lægri hesa tíðina.

Og tað kann so eisini koma at ávirka avreiðingarprísin á toski í Føroyum, sigur Rói Egholm