Nú ber til at vitja Guðrun á hennara egnu heimasíðu. Guðrun er fyri tað mesta á ferð og í upptøkuhølum í Danmark, menn hetta er nú eingin forðing fyri at fylgja við henni ella at koma í samband við hana [...] hana. Managari hennara hevur syrgt fyri, at hon nú hevur egna heimasíðu, har tað fæst at vita um hana, um Føroyar og um hvat er á skránni hjá henni framyvir, tí konsertætlan sæst á síðuni langt fram í tíðina
r vilja vera við, at hann hevði eisini ábyrgdina av trygd forsetans. Bretskar fregnartænastukeldur siga, at Abid Hamid Mahmud var eisini leiðari fyri iraksku fregnartænastuni, og at hann hevði stóra ávirkan [...] ávirkan á herleiðsluna og trygdartænastuna. Bretar vilja eisini vera við, at generalurin hevði heimild til at ógilda samtyktir hjá stjórnini í Bagdad.
og tó at Southend var nærri við at vinna, so var úrslitið eitt satt vónbrot hjá heimaliðnum. Annan jóladag skuldi Hull so ferðast til York, men umstøðurnar at spæla har vóru somikið vánaligar, at hesin [...] gjørdist um eitt stig, so førkaði Hull seg uppeftir á talvuni, tí einki av hinum oddaliðnum megnaði at fáa nakra serliga úrtøku burtur úr jólunum.
skrivstovu hansara. Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum sigur, at brævið kom við postinum. Har varð tað kannað, og fyribils bendir einki á, at nakar heilsuvandi stendst av innihaldinum, sigur talsmaðurin [...] fyri eitt boð eftir serfrøðingum at kanna pulvurið, sum var í brævbjálvanum. Fimm amerikanarar eru deyðir av miltbrandi seinastu mánaðarnar. Myndugleikarnir váttaðu í gjár, at tað var onkur í USA, sum sendi [...] sendi brøvini við teimum vandamiklu miltbrandssporunum. FBI hevur nevnt, at tað helst var onkur við tilknýti til fregnartænastuna CIA, sum sendi brøvini.
Felagið átalar, at hægsti myndugleiki í fólkaskúlanum niðurger ávísar partar av tí lóg, sum hann sjálvur umsitur. Tað er lítið sømiligt fyri landsstýrismannin í skúla- og mentamálum, at hann dregur tímabýtið [...] tímabýtið inn í partapolitikk, í staðin fyri at viðgera henda trupuleika sakliga. Føroya Lærarafelag átalar harafturat, at Torbjørn Jacobsen blandar yrki og privatlív saman og niðurger leiklutin hjá álitisfólkum [...] álitisfólkum felagsins. Nevndin í Føroya Lærarafelag fer at taka støðu til, hvat meira skal gerast í hesum máli. Føroya Lærarafelag
Tað er tó ikki bara í Hoyvík, at tey fáast við at byggja ítróttarhøll. Eisini á Eiði er arbeiðið uppá nýggja høll farið í gongd, og har fer ein nýggj høll at standa. [...] Nýggja høllin í Hoyvík er farin at fáa rætta skapið. Í hesi vikuni varð høllin reist, og føroyska Merkið varð vundið í húnarhátt. Eitt tað seinasta, ið fyrrverandi borgarstjórin Leivur Hansen gjørdi í [...] í almennari tænastu, var, at hann setti spakan í, so byggingin av ítróttarhøllini kundi fara í gongd. Tað gongur við rúkandi ferð hjá arbeiðsmonnunum uppi í Hoyvík, og nú nú skal høllin innilokast. Tað
venja seg at brúka nýggja skipið, so teir kenna tað, tá vetur kemur. Tað er ikki ovmikið sagt, at tað eru menniskjalagnur, ið standa uppá spæl. Hugsið um umstøðurnar, hasir menninir hava at arbeiða undir [...] sanniliga um at hava gott fólk innanborða. Tit báðir hava bukt og báðar endar, um tit vilja brúka tykkara veldi. Tornurosusvøvnurin hevur verið nóg langur um hattar skipið. Tíðin er komin at vakna.
hava verið góðar, men av tí at húsini eru vorðin gomul og tí tørva ábøtur, hevur Kirkjuliga Missiónsfelagið gjørt av at selja húsini til Haldórsvíkar kommunu. Hetta stendur at lesa í blaðnum hjá Kirkjuliga [...] Missiónsfelagið ikki útvegað nýggj leguhús. Tað er annars ætlanin, og felagið miðjar eftir at ogna sær eini hús ella at byggja eini stór sethús við hampiliga stórum øki rundan um í einari bygd í útjaðaranum
førarum bót fyri at hava fótin ov tungan á spitaranum. Løgreglan í Runavík sigur, at ógvuliga nógv koyring hevur verið í sambandi við stevnuna, og tí hava tey tikið so nógvar førarar fyri at koyra ov skjótt [...] Eysturoynni tikið heili 12 førarar, sum kunnu vænta sær treytaða frádøming av koyrikortinum, t.v.s. at teir skulu upp til nýggja koyriroynd. Sjey av hesum vórðu tiknir um vikuskiftið undir Eystanstevnuni [...] skjótt. Sunnukvøldið tók løgreglan enn ein førara fyri at koyra við kenning.
langa tíð at skriva røðuna, sigur Anfinn Kallsberg. Løgmaður vil ikki siga nakað um, hvørji evni, hann fer at viðgera í røðuni. Men hann ásannar, at fullveldistilgongdin heilt náttúrligt fer at verða viðgjørd [...] Løgmaður fer í kvøld at halda eina nýggjársrøðu, sum fellur væl í oyruni hjá fólki. ? Talan verður ikki um eina politiska røðu, men um eina nýggjársrøðu við nøkrum staðfestingum um, hvar samfelagið er