Takið og skerið ígjøgnum, latið menninar fáa ta løn, teir krevja, teir hava hana uppiborna.
Tað er nú meðan summar er, teir skulu venja seg at brúka nýggja skipið, so teir kenna tað, tá vetur kemur.
Tað er ikki ovmikið sagt, at tað eru menniskjalagnur, ið standa uppá spæl. Hugsið um umstøðurnar, hasir menninir hava at arbeiða undir, tá tey vánaligu lílkindini eru. Har ræður sanniliga um at hava gott fólk innanborða.
Tit báðir hava bukt og báðar endar, um tit vilja brúka tykkara veldi. Tornurosusvøvnurin hevur verið nóg langur um hattar skipið. Tíðin er komin at vakna.