Løgreglutíðindi
Seinastu vikuna hevur løgreglan í Eysturoynni tikið heili 12 førarar, sum kunnu vænta sær treytaða frádøming av koyrikortinum, t.v.s. at teir skulu upp til nýggja koyriroynd. Sjey av hesum vórðu tiknir um vikuskiftið undir Eystanstevnuni, meðan hinir fimm eru tiknir gjøgnum vikuna.
Harumframt hevur løgreglan í farnu viku givið 40 øðrum førarum bót fyri at hava fótin ov tungan á spitaranum.
Løgreglan í Runavík sigur, at ógvuliga nógv koyring hevur verið í sambandi við stevnuna, og tí hava tey tikið so nógvar førarar fyri at koyra ov skjótt.
Sunnukvøldið tók løgreglan enn ein førara fyri at koyra við kenning.