Eikilund og Sóljuni roynd, og úrslitið var sera væleydnað. Børn, starvsfólk og foreldur vóru sera nøgd við heilsugóða og fjølbroytta matin, sum var bjóðaður dagliga. Av tí sama hevur býráðið avgjørt at gera [...] gjaldið ikki fer upp um 3.500 krónur. Borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen, sigur, at hetta er eitt gott átak fyri børnini í kommununi. Við matarskipanini tryggja okur ikki bara, at øll børnini [...] fáa góðan mat, men okur lætta eisini um gerandisdagin hjá foreldrunum. Hetta er ein íløga í okra børn og framtíðina, skrivar vagur.fo.
Men tað eru málini, sum telja, og eftir dystin staðfesti Per Bjerregard, sum plagar at verða nevndur Mr. Brøndby, at nú ber illa til at ímynda sær annan meistara enn FCK, og at tað er uppiborið, at FCK [...] Jónsson, at tað hesa síðstu tíðina hevur verið sera hugaligt at koma til venjingar í FCK mánamorgnar. Í fimtan dystum upp í slag hava teir í FCK ikki tapt, og tí hevur lagið verið sera gott, og tað hevur [...] sum er næstfremst, er trý stig aftanfyri FCK. Tað eru trý umfør eftir í superliguni, og nú er tað rættuliga sannlíkt, at FCK verður meistari, og at teir tað verður endaliga avgjørt undan síðsta umfarinum
Vit mugu royna at finna nýggjar vinnuvegir og alla tíðina hava antennurnar úti og vera til reiðar at lofta øðrum møguleikum. Okkurt eydnast og okkurt eydnast ikki, tað vil so vera, men so leingi reiðskapurin [...] til, men kunnu koma at kenna tær betri og á øðrum leiðum eru vit púra ókend. Eitt land uttan dreymar og visiónir er eitt fátækt land ! Í staðin fyri at skapa fleiri inntøkur við at leggja størri byrðar [...] gerast ein stór og lønandi vinna. Her gongur støðugt framá og nøkur arbeiðspláss eru í dag í ferðavinnuni , sum gevur inntøkur . Tað er at gleðast um, men enn er tó langt á mál. Her eiga vit at seta nógv meira
fyri, at lógin verður broytt aftur, beinanvegin. Tað var tað, sum hendi, tá ið seinasta samgonga kollvelti fiskivinnunýskipanina, og tað fer at henda aftur, hava tinglimir ført fram. Tí halda teir, at alt [...] vikuni. Annars hava tinglimir í samgonguni víst á, at tað hevur stóran týdning at fáa samgongu og andstøðu at finna semju í málinum, tí annars er vandi fyri, at fiskivinnuskipanin bara verður kollvelt eina ferð [...] helt, at eru nøkur sum helst útlit fyri tí, eigur samgongan at brúka ta tíð, sum er neyðug, fyri at finna eina semju við andstøðuna - eisini hóast tað merkir, at vit koma at bíða í nakrar mánaðir, soleiðis
veðurforsøgnini, at tað fer at regna allan dag og part av degnum í morgin. DMI sigur, at í dag vera 5-10 m/s, í støðum upp í 13 m/s, av vestri. Í nátt 10-15 m/s av vestri. Samdrigið og regn. Hitin verður [...] verður millum 7 og 13 stig. Sunnudagin vera 5-10 m/s av vestri, í støðum upp í 13 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður, men í støðum sólglottar. Um kvøldið og náttina vera 3-8 m/s av útnyðringi og norði. Samdrigið [...] Samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin milum 7 og 11 stig.
Siumut skotið upp, at tað almenna skal einskilja fiskivinnufyritøkuna Royal Greenland. Flokkurin heldur tað vera skeivt, at tað almenna skal reka vinnu, og harafturat vísa royndirnar, at tá felagnum vantar [...] tó ganga við til at selja ein part av felagnum, men tað almenna skal framvegis eiga ein part av tí. Í IA bera tey ótta fyri, at verður Royal Greenland selt privatum, fer arbeiðsloysið at veksa. Fakfelagsfólk [...] Fakfelagsfólk hava eisini ávarað um, at tað fer at kosta arbeiðspláss, um Royal Greenland verður selt, tí so verður tað, sum ikki gevur nóg mikið av pengum, latið aftur, siga tey.
frá akførum - og í hesum føri tungum lastbilum, sum dálka við heilsuskaðiligum svørtum útláti. Tá ið barnafamiljurnar hava tað gott, hevur Havnin tað gott. Og tá ið Havnin hevur tað gott, hava barnafamiljurnar [...] barnafamiljurnar tað gott. Men barnafamiljurnar hava tað IKKI gott, tá ið tær anda svart kolevni í seg, sum, sambært kanningum , dálkar nógvar mest, og tær hava tað ikki gott, tá ið ferðslutrygdin verður sett [...] lastbilarnir ikki sleppa at koyra gjøgnum Havnina við grótinum. Býráðsvalið nærkast, og tað ger dagurin eisini, tá ið lastbilarnir fara at tarna trivnaðinum í Havn. Eg fari at steðga hesi ætlan. Høgni
Johan og Rakul Dalsgarð fingu í dag at vita, at tey skulu flyta úr festinum við Famará, sum nú endaliga er latið øðrum festara. Fyrr hevur Johan Dalsgarð sagt, at hann – um neyðugt – ætlaði sær í Hægstarætt [...] málinum, men hesi ætlan hevur hann nú slept. Hann er snøgt sagt vorðin leiddur av at stríðast við myndugleikarnar, og nú fer hann av landinum. Fyri fyrst flyta hjúnini tó til Havnar, men tá tey hava spart [...] Danmarkar, har tey hava fingið gott eyga á einum festi á Fjóni, segði Rakul Dalsgarð við Hilmar Jan Hansen, tá tey bæði vóru gestir í Rásarúminum hjá Rás2 í dag. Við at klikkja á pílin undir myndini hoyrist
Robert McBirnie og Jógvan Dahl. Annars eru tónleikarar úr t.d. Robert og Vinmenn við. Fyrireikararnir halda tó vera áhugavert at vita, um fólk, sum upplivdi bólkin í sekstiárunum, fara at vitja aftur le [...] har alt gott úr havinum er á skránni. Men forvitnisligt er, ateisini stendur á lýsingarlepanum, at Faroe Boys leika fyri dansi. Faroe Boys tóku í sekstiárunum íslendingar á bóli. Umframt at vera millum [...] seinast havt vitjan av bólkinum Land og Synir. Men gerandiskostur eru tónleikavitjanir millum grannatjóðirnar ikki. Ikki sama manning Tað er tó ikki heilt at skjóta beint at nevna bólkin, sum nú vitjar á Broadway
sær, at Fíggjarmálastýrið sleppur bíligari enn semingsuppskotið ? um so er, at nakar hugsar tað, so kann tað vera tekin um manglandi samband við veruleikan. Tá fíggjarmálaráðharrin sigur, at tað er upp [...] hjá politikarum. Tað nyttar ikki at diktera uppá forhond, hvat útfallið av samráðingum skal vera, og júst tað sær Føroya fólk avleiðingarnar av í dag. Tað er av alstórum týdningi, at báðir partar vaska [...] Starvsmannafelagið at loysa trupulleikan, so er tað bert hálvur sannleikin, tí tað er ikki bert verkfall, men eisini verkbann frá landsins síðu. Tveir partar eru í ósemjuni, og tað er sjáldan tann eini