Ivast sjálvi í hvussu trygg hendan skipanin verður

Nú fáa vit aftur eina nýggja fiskivinnuskipan, uttan at tað eydnaðist at finna semju ímillum samgongu og andstøðu

Nú fáa vit aftur eina fiskivinnuskipan, sum samgongan fer at samtykkja einsamøll, ella í hvussu so er næstan

Tað er greitt, nú Løgtingið fer at samtykkja eina nýggja fiskivinnuskipan seinni í hesi vikuni.

Annars hava tinglimir í samgonguni víst á, at tað hevur stóran týdning at fáa samgongu og andstøðu at finna semju í málinum, tí annars er vandi fyri, at fiskivinnuskipanin bara verður kollvelt eina ferð afturat, næstu ferð ein onnur samgonga situr í Tinganesi.

– Tað er skeivt at samgongan einsamøll fer at trumfar eina nýggja fiskivinnulóg ígjøgnum Løgtingið, søgdu tinglimir í samgonguni, tá ið uppskotið var til umrøðu í Løgtinginum.

Tveir av teimum, sum vístu á týdningin av at fáa semju við andstøðuna, vóru Jaspur Langgaard og Johan Dahl, báðir úr Sambandsflokkinum.

Teir halda ikki, at tað sampakkar við endamálið hjá samgonguni um at leggja tryggar karmar fyri fiskivinnuna, tí so er vandi fyri, at lógin verður broytt aftur, beinanvegin.

Tað var tað, sum hendi, tá ið seinasta samgonga kollvelti fiskivinnunýskipanina, og tað fer at henda aftur, hava tinglimir ført fram.

Tí halda teir, at alt eigur at vera gjørt fyri at fáa minst annan av teimum stóru andstøðuflokkunum, Javnaðarflokkinum ella Tjóðveldi, at taka undir við uppskotinum eisini.

Jaspur Langaard, tinglimur fyri Sambandsflokkin helt, at eru nøkur sum helst útlit fyri tí, eigur samgongan at brúka ta tíð, sum er neyðug, fyri at finna eina semju við andstøðuna - eisini hóast tað merkir, at vit koma at bíða í nakrar mánaðir, soleiðis at lógin ikki kemur í gildi tann 1. januar, sum ætlað.

– Vit eiga ikki at læsa okkum føst í uppskotið, sum nú fyriliggur, men vit eiga at vera opin fyri at fáa minst annan tann stóra andstøðuflokkin við, fyri at fáa eina trygga skipan, segði hann.

– Tað hevur størri týdning, heldur enn at skunda uppskotið ígjøgnum, legði hann afturat.

Nú málið hevur verið til viðgerar í Vinnunevndini, vísa umboðini fyri samgonguna, sum eru Johan Dahl, Jákup Mikkelsen og Beinir Johannesen annars á, at teir arbeiddu fyri at fáa  semju í lag ímillum andstøðu og samgongu, men at tað ikki eydnaðist.