Vit hava tapt

Somikið bersøgin er Johan Dalsgarð, sum ikki orkar at halda fram við stríðnum móti myndugleikunum í málinum um Famará

Johan og Rakul Dalsgarð fingu í dag at vita, at tey skulu flyta úr festinum við Famará, sum nú endaliga er latið øðrum festara.

 

Fyrr hevur Johan Dalsgarð sagt, at hann – um neyðugt – ætlaði sær í Hægstarætt við málinum, men hesi ætlan hevur hann nú slept. Hann er snøgt sagt vorðin leiddur av at stríðast við myndugleikarnar, og nú fer hann av landinum.

 

Fyri fyrst flyta hjúnini tó til Havnar, men tá tey hava spart sær nóg mikið av peningi, ætla tey sær til Danmarkar, har tey hava fingið gott eyga á einum festi á Fjóni, segði Rakul Dalsgarð við Hilmar Jan Hansen, tá tey bæði vóru gestir í Rásarúminum hjá Rás2 í dag.

 

Við at klikkja á pílin undir myndini hoyrist samrøðan, sum Hilmar Jan Hansen hevði við tey bæði í dag.