Vit mugu royna at finna nýggjar vinnuvegir og alla tíðina hava antennurnar úti og vera til reiðar at lofta øðrum møguleikum. Okkurt eydnast og okkurt eydnast ikki, tað vil so vera, men so leingi reiðskapurin liggur á dekkinum verður onki fiskað.
Vit mugu royna nýggjar ókendar leiðir júst á sama hátt, sum vit kenna frá fiskaríi. Nakrar leiðir kenna vit eitt sindur til, men kunnu koma at kenna tær betri og á øðrum leiðum eru vit púra ókend.
Eitt land uttan dreymar og visiónir er eitt fátækt land !
Í staðin fyri at skapa fleiri inntøkur við at leggja størri byrðar á fólk eiga vit at økja um inntøkurnar við at skapa fleiri lønandi og skapandi arbeiðspláss.
Vit mugu ikki missa tað skapandi fólkið.
Ferðamannaland
Síðstu 30-40 árini hevur verið tosað um ferðavinnuna, sum skal gerast ein stór og lønandi vinna. Her gongur støðugt framá og nøkur arbeiðspláss eru í dag í ferðavinnuni , sum gevur inntøkur . Tað er at gleðast um, men enn er tó langt á mál.
Her eiga vit at seta nógv meira orku inn og eitt hugskot kundi verið, at gjørt ferðavinnu til eitt fak í skúlanum, ella pensum í onkrum faki, so okkara ungu kunnu fáa praktiska vitan um hesa vinnu tíðliga og áhuga fyri henni. Eitt slag av einum ferðaleiðaraskeiði. Okkara skúlaungdómur kundi soleiðis fingið praktiska vitan um ferðavinnu og áhuga. Eisini vildi hetta verið gott høvi at víst teimum, hvat fremmandamál eisini kann brúkast til.
Vit hava brúk fyri ungdómi sum hava áhuga, vilja og førleika at selja Føroyar bæði her heima og uttanlands.
tlf. +298 286112
elsebethmercedis.com
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Býraðslimir, Klaksvíkar Kommuna