IA vil ikki selja Royal Greenland

Í Grønlandi hevur flokkurin Siumut skotið upp, at tað almenna skal einskilja fiskivinnufyritøkuna Royal Greenland. Flokkurin heldur tað vera skeivt, at tað almenna skal reka vinnu, og harafturat vísa royndirnar, at tá felagnum vantar pengar, skal landskassin gjalda.

Flokkurin IA vil harafturímóti ikki selja Royal Greenland. Flokkurin kann tó ganga við til at selja ein part av felagnum, men tað almenna skal framvegis eiga ein part av tí. Í IA bera tey ótta fyri, at verður Royal Greenland selt privatum, fer arbeiðsloysið at veksa.

Fakfelagsfólk hava eisini ávarað um, at tað fer at kosta arbeiðspláss, um Royal Greenland verður selt, tí so verður tað, sum ikki gevur nóg mikið av pengum, latið aftur, siga tey.