Tað skal ikki henda, at túsundtals lastbilar koyra grót gjøgnum alla Havnina. Grótið úr Sandoyartunlinum skal ikki flytast eftir vegakervinum í høvuðsstaðnum.
Ein lastbilur fyri og annar eftir við stórum klettum koyrandi beint framvið Skúlanum a Fløtum við 800 næmingum og spælandi børnum úr 6-7 ára aldri, víðari til Glasir við 1200 skúlaungdómum, lærarum, framvið matvøruhandlum og sethúsaøkjum. Hetta ber ikki til.
Tað fyrsta, eg fari at gera, fái eg undirtøku frá tær og øðrum til býráðsvalið, verður at steðga hesi ætlan. Vilja tey hava grótið inn í Eysturoynna, so má tað siglast hagar.
##med2##
Ferðslutrýstið í Havnini er frammanundan ovurstórt. Havnin megnar ikki eitt enn størri trýst frá akførum - og í hesum føri tungum lastbilum, sum dálka við heilsuskaðiligum svørtum útláti.
Tá ið barnafamiljurnar hava tað gott, hevur Havnin tað gott. Og tá ið Havnin hevur tað gott, hava barnafamiljurnar tað gott.
Men barnafamiljurnar hava tað IKKI gott, tá ið tær anda svart kolevni í seg, sum, sambært kanningum, dálkar nógvar mest, og tær hava tað ikki gott, tá ið ferðslutrygdin verður sett í váða.
Tí skulu lastbilarnir ikki sleppa at koyra gjøgnum Havnina við grótinum.
Býráðsvalið nærkast, og tað ger dagurin eisini, tá ið lastbilarnir fara at tarna trivnaðinum í Havn. Eg fari at steðga hesi ætlan.
Høgni Sigrunarson Reistrup,
Býráðsvalevni í Havn











