kom á staðið og royndi at fáa skil á menninar. Men tað eydnaðist ikki so væl, tí teir vóru sera druknir, og annar teirra var eisini sera illur í sær. Tað endaði við, at løgreglan tók báðar menninar við sær [...] sær á støðini, og hava teir sovið í brummuni í nátt. Annar teirra, tann sum var so illur í sær, fær eisini eina bót fyri brot á skilhaldsreglarnar. Annars hevur samdøgri verið friðarligt hjá løgregluni [...] løgregluni – tó so, tann dagliga fráboðanin úr Trongisvági um seyð, sum gongur millum húsini og inni í urtagørðum og etur blómur, kom klokkan 15.55 í gjár.
saman. Lesið eisini: Fara nú at varðveita kioskina hjá Astu Í 1940 var kioskin útbygd. Tá var tað Jóhan Ziska sum teknaði útbyggingina, og tað er soleiðis vit síggja hana í dag. Kelda: Jógvan, Annfinn og Álvur [...] til ta upprunaligu lítlu kioskina átti H.C.W. Tórgarð, meðan tað var Rasmus hjá Funnings Jóannes (Thomsen) í Bøgøtu, sum smíðaði hana inni í stovuni hjá Jens Næss á Hoydalsvegnum. Síðan varð hon flutt [...] Tað var Jacob Danielsen, vanliga nevndur Jakke – ella bara G – føddur 4. juni 1887, sum við umsókn um byggiloyvi frá 8.10.1930 tók stig til at byggja kioskina. Hon læt tó ikki upp fyrr enn á ólavsøku 1935
Johansen, fyrireikari. Í kvøld var tað seinasta sett upp, og alt uttan tað allarseinasta sá út til at vera klárt. Onkur bólkur var og vandi inni í Kelduni, seinasta hond var løgd á húsvognaøkið, tjøldini [...] tjøldini vóru komin upp og gott lag var á fólki. Útlendsku nøvnini eru ikki komin til landið enn, men tað verður ikki nakar trupulleiki at fáa tey at lenda. - Tað verður ongin mjørki í morgin, slær Vinjard Johansen
summir strangir. Hann byrjaði at ganga í haga saman við skilamonnum, tá ið hann var seks ára gamal. Í dag er hann 52, og tað var júst á føðingardegnum, vit seinnapartin mánadagin vitjaðu hann og hjálparmann [...] har út við 100 seyðir standa inni og fara at lemba. Hetta er seyður úr einum av teimum seks hagapørtunum í Funningi, nevniliga úr Heimara parti Inni í Haga, teir rópa. Tað eru eigarar úr hesum hagaparti [...] glarfiti, brundar glarfiti. Tí er tað ógvuliga umráðandi at velja út røttu brundarnar, eins og tað er umráðandi at kenna ærnar, ið skulu bera lombini. Petur Skeel sigur, at hóast tað er ógvuliga tíðarkrevjandi
fyri sættu ferð. Tað endaði við at Kingsley Coman bleiv avgerandi við sínum máli í seinna hálvleiki, og søkti landsmenninar úr Fraklandi. Tað gekk javnt á í fyrri hálvleiki. Eina løtu var Bayern omaná og [...] umkoll, men dóamrin segði nei. Í seinna hálvleiki gekk eisini javnt á, men nú var longri millum álopini hjá PSG. Tá ein tími var spældur bragdaði hjá Bayern, tá Kingsley Coman stútaði eitt innlegg í mál. [...] og tóktist koma til fleiri góðar støður. Aðrar løtur var PSG omaná. Millum annað tá Neymar var um reppið at skora, tá hann bleiv spældur leysur í vinstru. Beint fyri hálvleik vildi Bayern hava brotsspark
mangan túrar sunnudagar tá veðrið var gott. Pápi mín var í sóknarstýrinum, sum tað tá æt, ella býráðnum, sum tað nú eitur, og var áhugaður í bygdini og menningini av samfelagnum. Foreldur míni høvdu sum fá [...] tí vit róptu, eini slupp, men hon var nógv størri. Tað var handilin á Tjørn, ið hevði átt Harry, men tað eg minnist átti Poul Johannes Beder, Pollurin, hana. Harry var svørt við hvítum mastratoppum, og [...] Hetta var eisini ein sokallaður sildabátur, sum var spískur í báðum endum, svartur og hvítbotnaður við dimmum mastratoppum. Ikki var hann stórur, og var hann tí bara til fiskiskap um summari, og tað vóru
kjakast aftur og fram, um tað er ómoralskt ella ikki at brúka pels, og hvussu býtt tað er at roykja, kemur Rúni út og greiðir frá, at hann ætlar at byggja altanina størri, so tað kann verða pláss til spísiborð [...] Upprunaliga var hann úr træi, men tey hava málað hann hvítan og sett spotlights upp undir øll elementini, sum lýsa niður í svørtu, blonku flisarnar á gólvinum. Uppiyvir hongur ein flatskíggi. – Tað er so ræðuliga [...] seingini. Tað tendrar av sær sjálvum, tá mann reisir seg upp um morgunin. – So vakir man ikki hin, tá man fer upp, greiðir hann frá. Tey hava nevnliga eitt ljós hvør síni megin songina. Tað er Rúni, sum
eitt skilabetri úrslit enn seinast. Tað er ein orsøk til, at Sundsverkið liggur langt uttanfyri býin Tað er ein orsøk til, at brennistøðin liggur uttanfyri býin. Tí er tað eisini sera góð orsøk til, at hendan [...] Leingi hevur verið ætlað at byggja hitamiðstøð í Inni á Gøtu. Eigarafelagið Inni á Gøtu fekk saman við Anniku Olsen, tá landsstýrirkvinna í Innlendismálum, steðgað ætlanini, so at málið varð sent til hoyringar [...] skal gera eina kanning afturat við støði í norskum og ikki donskum veðurlagi. Tíbetur hava eldsálir Inni á Gøtu og í Hoyvíkshaganum Suður tikið stig til at kanna væntaðu luftdálkingina og at steðga byggingini
eftir, um tað er summar ella vetur. Einferð Signhild var á veg norður eftir við postinum slapp hon ikki út úr tunlinum til Mikladals, tí tað var kavað fyri tunnilsmunnan. Rutan hjá Bygdaleiðum var júst farin [...] nu. Men Signhild var so mikið aftari, at tað var kavað fyri munnan, tá hon kom so langt. Ikki bar til at bakka og ikki bar til at geva boð frá sær, tí hon hevði ikki telefon. Har var so ikki annað at gera [...] gera enn at sita og bíða, til gravimaskinan kom aftur. Tað gjørdi hon hálvantriðja tíma seinni. Hvat eg gjørdi? Tja, eg tendraði ljósið inni í bilinum og gav mær bara góða tíð at lesa bløðini hesa løtuna
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum var í sendingini SportBoxin á Rás2 fyrrapartin, har prátað var við Petur Asbjørn Lervig úr Leirvík, sum er nýggi maðurin í ítróttartoyminum hjá Rás2 [...] fyri upptaktssamrøðunum, sum verða at hoyra ein tíma undan hvørjum effodeildarumførunum, sum verða tað sum eftir er av kappingarárinum. Klokkan 14 til 15 sunnudagin verða fleiri upptaktssamrøður, sum Petur [...] beinleiðis hava eitt høvið at hoyra samrøðurnar. Á hesari ljóðfíluni hoyra vit ein part av einari longri upptaktssamrøðu, sum Petur Asbjørn Lervig hevur gjørt við næstformannin í ÍF, Leif André Eliasen